Seinastu tíðindi
27. mars

Gleðiligar páskir

Góðu tit øll

So er páskafrí og høgtíð. Vit í Lítlaskúla høvdu eina so sera læru- og hendingaríka viku, áðrenn vit fingu páskafrítíð.

Sum siðvenja er, høvdu vit páksaevnisviku.

Vit hoyrdu søgur í høllini og arbeiddu á ymiskum verkstovum. Verkstovurnar vóru klipp, tekning, træ og ull. Vita um tit kunnu gita, hvønn halgidag arbeitt var við á verkstovunum? 

Evnisvikan byrjaði í Havnar Kirkju, har Steintóra Erhardsdóttir, prestur tók ímóti okkum og greiddi frá, hvat hendi á páskum. Frágreiðingin var ørvísi enn vit eru von at hoyra hana, tí Steintóra skipaði søguna sum eina massagusøgu. Ikki so galið at sleppa at sita í vørku og fjálgu Dómkirkju okkara og fáa massagu og søgu í senn. 

Lítliskúli luttók í FM í skúlatalvi við 2 liðum. Okkara telvarar kláraðu seg væl, og vóru sera glað og nøgd um kappingina, hóast tey ikki fingu heiðursmerki.

Umframt kirkju, evnisviku og talv vóru vit til stuttliga og lívgandi sangløtu saman við 1., 2. og 3.fl. í Eysturskúlanum. Pauli Hansen og Zacharias Sørensen, saman við tónleikalærarum í báðum skúlum, tóku stig til hesa sangløtu, og tað eru vit sera fegin um. Sangløtan eydnaðist so væl, so vit fara longu at syngja saman aftur í mai. Tað gleða vit okkum til!

Við hesum myndunum vilja vit ynskja øllum einar gleðiligar páskir!

Heilsan

Vit í Lítlaskúla


Nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð
07.02.2025
Vangamynd: Elspa
30.01.2025
Barna­ráð­stevna
23.01.2025
Vangamynd: Eivind
19.01.2025
Telefon­politikkur
09.01.2025
Vangamynd: Joan
03.01.2025
Gleðilig jól og gott nýggjár !
29.12.2024
Jóla­haldið 2024
13.12.2024