Seinastu tíðindi
20. februar

Foreldrafundur um trivna og felagsskap

Í gjárkvøldið var felags foreldrafundur í Lítlaskúla, og evnið var trivnaður og felagsskapur. Í fjør vóru øll starvsfólkini í Lítlaskúla - bæði í skúlanum, forskúlanum og frískúlanum - á skeið í Betri Vinir, og í kvøld fingu foreldrini eina innleiðing í tí sama, har dentur sjálvandi var á teirra leikluti í at skapa ein sunnan og sterkan felagsskap.


Vit brúka nógv amboðini í Betri Vinir - t.d. á floksfundum, í evnisvikum, á starvsfólkafundum og sjalvandi í tí dagliga. Tað er Barnabati, sum umsitur Betri Vinir. Lesið meira á betrivinir.fo - her finna tit eisini góð amboð.

Lítliskúli var í roynd og veru fyrsti skúlin í landinum, sum var á Betri Vinir skeið. Átakið vendi sær upprunaliga mest til dagstovnaøkið, men tilfarið er so gott, at tað væl kann brúkast til skúla og ja - enntá alt lívið. Her kunnu tit lesa meira um, tá vit vóru á skeið: Lítliskúli á Betri Vinir skeið


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026