Seinastu tíðindi
8. februar

Kvæðastevna

Okkara fittu og dugnaligu børn fara heilt víst at lyfta og verja týdningarmikla mentanararvin hjá okkum føroyingum.
Í gjár var miðdeildin við á kvæðastevnu í Norðurlandahúsið í Føroyum, har vit lærdu nógv nýtt um Føroyar og søgurnar vit eiga. Vit dansaðu ein part av Flóvini Bænadiktssyni fyri 3 mergjaðum dómarum, vit blivu kroyst millum nóóógv onnur børn tí øll skuldu út í senn, vit lærdu fleiri nýggj dansispøl, hoyrdu grótføroyskan og HARÐAN rokktónleik, møttu vinum úr øðrum skúlum, dansaðu og sveittað á tamb í einum trongum rúmi, so vit “mundu doyð” í hita.
Ein stór uppliving! Avbjóðandi og serstakliga stimbrandi fyri kropp og sinn!
Vit eru so stolt av okkara miðdeildarnæmingum í Lítlaskúla.


Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026
Frítíðar­skúlin fyrireikar til Huldulitt
28.01.2026
Ongin innskrivingarfreist í Lítlaskúla
16.01.2026
Gleðilig jól
20.12.2025