Seinastu tíðindi
23. desember

Jólaheilsan úr Lítlaskúla

Ádú ádú, sum vit hava stákast í Lítlaskúla í desembur!

1.desembur pyntaðu næmingarnir skúla, forskúla og frítíðarskúla. Síðan var evnisvika, har næmingarnir arbeiddu í ymiskum verkstovum. Verkstovurnar vóru hesar í ár:

  • Jólasøtt
  • Jólasveina-træverkstova
  • Jólapappír
  • Jólasjónleikur
  • Jólaull

Forskúlin hevði sína egnu evnisviku, við evninum næstrarkærleiki. Tey prýddu m.a. bussskýlið í Steinatúni við vøkrum, reyðum hjørtum.

Frítíðarskúlin hevði eisini jólaverkstovu í evnisvikuni, har arbeitt varð kreativt við endurnýtslutilfari og tilfari úr náttúruni. Eldru næmingarnir kundu eisini vitja verkstovuna í Frítíðarskúlanum hesa vikuna, og var tað sera gleðiligt at síggja stór og smá arbeiða og hugna sær saman. 

Á Lusiadegnum 13.desembur gingu næmingar úr Lítlaskúla Lusia í SMS. Tað var so sera vakurt og væleydnað, og nógv fólk lurtaðu.

Til jólahaldið fyri foreldrum, systkjum o.ø. sungu allir næmingar í skúlakórinum, undir leiðslu av Zachariasi Sørensen, Lítlaskúlakórið við Guðruni Sólju framførdu vøkur jólaløg, jólasjónleikurin var framførdur og áhugaverd listaframsýning var eisini. Harafturat kom jólamaðurin á vitjan.

Sum siðvenja er, hava vit hoyrt jólasøgur og sungið jólasangir til morgunsangin í jólamánaðinum. Vit hava sungið fyri fyritøkum, og fingið vælsmakkandi jóladøgurða í skúlanum. 

Vit endaðu árið 2023 við einastandandi hugnaligari jólaguðstænastu í Havnar Kirkju, har Steintóra Erhardsdóttir var prestur.

Við hesi myndafrásøgn frá jólamánaðinum í Lítlaskúla, vilja vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur 3. januar í 2024.

 

Heilsan 

vit øll í Lítlaskúla


Rennidagu­rin útsettur til mánadagin 15.septembur
12.09.2025
Garðdagur verður 5.septembur
03.09.2025
Skúla­byrjan
11.08.2025
Starv sum avloysari í frítíðarskúlanum
31.07.2025
Takk fyri farna skúlaár
14.07.2025
Lesigleði
29.05.2025
Garðdagur
16.05.2025
Fyrst komu eggini...
02.05.2025