Seinastu tíðindi
20. november

Altjóða barnarættindadagur

Í dag 20. novembur er altjóða barnarættindadagur, og næmingaráðið í Lítlaskúla hevur verið í Fuglafjarðar skúla og hátíðarhildið dagin saman við næmingaráðum úr øllum Føroyum.

Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum setti dagin, og hann legði m.a. dent á, at børn í Føroyum skulu hava eina rødd, og at Føroyar skal vera heimsins besta land at vaksa upp og liva í. Næmingaráðini hava rætt til at hava ávirkan á skúlagongdina og leiðslu skúlans.

Hanna Vang, barnanna umboðsmaður greiddi frá ymiskum rættindum, sum børn hava, og vísti á heimasíðuna www.bum.fo, har børn kunnu lesa barnarættindasáttmálan og venda sær, um tey ikki vera rætt viðfarin. Hon legði serliga dent á hesi pkt. úr barnarættindasáttmálanum:

  • at børn hava rætt at siga sína meining
  • at tað ikki er loyvt at gera mannamun vegna útsjónd, kyn, átrúnað, osv.
  • at børn skulu verjast ímóti harðskapi
  • at børn, ið bera brek, skulu kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur børn
  • at børn hava rætt til góð lívskor – mat, hita, tryggleika, lærdóm og kærleika,
  • at børn hava rætt til undirvísing
  • at barnaarbeiði ikki er loyvt – børn skulu vera børn.

Eisini vóru tónleikaframførslur, spæl o.a. á skránni. Vit takka Fuglafjarðar skúla fyri innbjóðingina at halda dagin saman við teimum.


Starvs­fólk til Frítíðarskúlan í Lítlaskúla 
15.09.2025
Rennidagu­rin útsettur til mánadagin 15.septembur
12.09.2025
Garðdagur verður 5.septembur
03.09.2025
Skúla­byrjan
11.08.2025
Starv sum avloysari í frítíðarskúlanum
31.07.2025
Takk fyri farna skúlaár
14.07.2025
Lesigleði
29.05.2025
Garðdagur
16.05.2025