Seinastu tíðindi
3. november

Námsfrøðiligur stuðul til tíðaravmarkað starv í innskúlingini

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og eldhugaðum námsfrøðingi ella hjálparfólki til tíðaravmarkað starv sum stuðul í innskúlingini. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við lærarum í innskúlingstoyminum. Starvið er 25 tímar um vikuna at byrja 27. novembur ella skjótast til ber til 21.juni 2024.

Vit vænta:

  • at tú ert jalig/ur, opin og løtt/lættur at samstarva við
  • at tú dugir væl við børnum
  • at tú hjálpsom/samur og ikki fírir fyri at taka hond í
  • at tú kanst átaka tær fjølbroyttar uppgávur 

 

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag. Setanin er frá 27. novembur ella eftir nærri avtalu.

Er hetta nakað fyri teg, vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum eina umsókn við viðkomandi royndum til litliskuli@skulin.fo viðmerk “Námsfrøðiligur stuðul” í seinasta lagi 17. novembur 2023 kl.12.00. 

 

Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til leiðara í Lítlaskúla, Gunvør Hofgaard á telefon 212886 ella litliskuli@skulin.fo.

 

Lítliskúli er frískúli í Tórshavn, sum liggur í náttúruríkum umhvørvi við Hoyvíksvegin, bert 100 metur frá Hoyvíkstjørn og 500 metur frá miðbýnum. 
Lítliskúli er eitt samskipað skúlatilboð, har forskúli, skúli, frítíðarskúli renna saman í eina heild. Námsfrøðiliga grundarlagið er heildarmenning, og vangamyndin er sangur, list og rørsla. Børnini í Lítlaskúla skulu sleppa at brúka bæði høvur og hendur og sítt skapandi hugflog. Vit leggja tí dent á verkligar tilgongdir, har fakliga innihaldið í so stóran mun sum til ber verður tongt at ítøkiligum avrikum og upplivingum.


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026