Seinastu tíðindi
6. oktober

Heystfagnaður 2023

Hesa vikuna hevur árliga heyst evnisvikan í Lítlaskúla verið. 

Vikan byrjaði mánadagin við at nøkur børn vóru við til at fletta í høllini, ímeðan onnur vóru í Viðarlundini og heintaðu bløð.

Síðani vóru næmingar úr 1.-6. flokki deild í verkstovur, sum tey høvdu valt. Verkstovurnar hesa ferð vóru:

Grønt - har næmingarnir gjørdu myntusaft, reyðrótahummus, grønkálskips, rabarbusúltutoy, o.a.

Kjøt - har næmingarnir gjørdu rullupylsu, blóðpannukøkur, skinsakjøt, súpan, bakaðu drýl, o.a.

Roykstova - har næmingarnir karaðu, spunnu, tøvdu, bundu, o.a. handaligt, umframt at tey innrættaðu pallin í høllini til eina hugnaliga roykstovu. 

List - har næmingarnir arbeiddu við at skapa eitt heystar sansarúm við ljóði, lutum, litum og lukti, sum hoyrir heystinum til.

Forskúlin hevði sína egnu verkstovu, har tey arbeiddu kreativt við turkaðum bløðum, prýddu steinar o.a.

Í frítíðarskúlanum vóru kreativ heyst verkstøð, har næmingarnir m.a. gjørdu uglur, prent, perlaðu og prýddu krukkur. Hesa vikuna fingu eldru næmingarnir eisini høvið at vitja kreativu verkstøðini í frítíðarskúlanum.

Vikan endaði fríggjadagin við framsýning og smakkiroyndum fyri foreldrum o.ø. avvarðandi. 

Við hesum myndum frá ársins heystfagnaði, ynskja vit øllum góða heystfrítíð.


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026