Seinastu tíðindi
4. juni

Takk fyri vitjanina á Summarmarknaðinum

Við hesi myndarøð frá Summarmarknaðinum, sum var í Lítlaskúla á Mentanarnáttini 2023, vilja vit takka tykkum øllum sum komu framvið og vitjaðu okkum. 

Summarmarknaðurin var endin á seinastu evnisvikuni í hesum skúlaárinum. Næmingarnir í 1.-6. fl. hava arbeitt í fýra ymiskum verkstovum; prent, sjónleik, tilhoyr og rabarbur & smúkkur. Hesar verkstovur hava framleitt vørur til sølubúðina, smíðað, málað og prýtt skeltir, vant sjónleik osv. Forskúlin hevði sína egnu verkstovu, har tey m.a. bakaðu og gjørdu vakra skeltið, sum er komið upp at hanga uppi yvir pallinum, og í frítíðarskúlanum hava børnini plantað kryddarurtur, prýtt urtapottar og gjørt smúkkur.

At enda vilja vit takka øllum tykkum foreldrum o.ø. sum á ein og annan hátt vóru so beinasom at hjálpa til við at gera Summarmarknaðin í Lítlaskúla so serstakliga hugnaligan.


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026