Seinastu tíðindi
31. mai

Summarmarknaður í Lítlaskúla 2. juni

Á mentanarnáttini fríggjadagin 2. juni verður summarmarknaður í Lítlaskúla við alskyns spennandi virksemi fyri familjur.

Her verða skapandi verkstaðir, framførslur, kappingar, spæl, andlitsmáling, sølubúð, kafé og loppumarknaður. Eisini fáa vit vitjan av fleiri kendum andlitum innan bæði ítrótt og tónleik.

Sí skránna niðanfyri.

Endamálið við tiltakinum er at savna pening inn til at fríðka um skúlagarðin og betra um spæliplássið í skúlanum.

Skrá:
14.00-17.00 Loppumarknaður (bílegg borð á litliskuli@skulin.fo)
14.00-17.00 Kaféin er opin
14.00-17.00 Sølubúð við hondgjørdum smykkum, prentum, rabarbusaft, grønmetisspírum o.ø., sum næmingarnir á skúlanum hava gjørt.
14.00-17.00 Andliltsmáling
14.00-17.00 Verkstaður: Ger eitt grashøvd
14.00-17.00 Verkstaður: Ger eitt armband
14.00-17.00 Bál
14.00-16.00 Spæl fótbólt við Mads Borchers (HB)
14.00 Sjónleikur
14.30 Lítlaskúlakórið hjá Guðruni Sólju framførir
15.00 Telva við Helga Dam Ziska (Grandmaster í talvi)
15.30 Konsert við Dánjali á Neystabø
15.45 Konsert við Flóvini Viderø
16.00 Sjónleikur


Sí meira kunning á: https://facebook.com/events/s/summarmarkna%C3%B0ur/771958604600420/

 


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026