Seinastu tíðindi
2. apríl

Gleðiligar páskir

Hesa seinastu vikuna hevur árliga páskaevnisvikan verið í Lítlaskúla.

Evnisvikan byrjaði við, at vit vitjaðu Havnar kirkju, har Anne Mette Greve Klemensen greiddi frá um páskirnar, og vit vórðu víst runt í kirkjuni. 


Hvønn morgun í evnisvikuna høvdu vit samling í høllini, har næmingarnir hoyrdu søguna um páskadagarnar og sungu sálmar og sangir. Næmingarnir í 1.-6. fl. arbeiddu síðani í verkstovum restina av degnum. Verkstovurnar hesa ferð vóru; sjónleikur, tekning, prent og páskaprýði. Forskúlin hevði sína egnu verkstovu, har tey gjørdu páska faldibøkur og ymiskt páskaprýði.

Fríggjadagin var framsýning inni í verkstovunum, og dagurin endaði við at sjónleikara verkstovan sýndi leikin, sum tey høvdu vant.

Vit takka fyri eina læruríka, stuttliga og mennandi evnisviku og ynskja øllum einar gleðiligar páskir.

Vit síggjast aftur týsdagin 11. apríl kl. 8.00.


Fyrst komu eggini...
02.05.2025
Vangamynd: Gunnvá
27.04.2025
Gleðiligar páskir
19.04.2025
Skrivstovu­fólk til Lítlaskúla
11.04.2025
Føstulávint 2025
10.03.2025
Nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð
07.02.2025
Vangamynd: Elspa
30.01.2025
Barna­ráð­stevna
23.01.2025