Seinastu tíðindi
11. apríl

Skrivstovufólk til Lítlaskúla

Søkt verður eftir skrivstovufólki, sum hevur hug at vera partur av okkara eldhugaða toymi og lítla skúla at byrja skjótast gjørligt.

Talan er um partíðarstarv á í miðal 10 t um vikuna.

 

Fremsta uppgávan er at skipa og reka skrivstovu skúlans í tøttum samstarvi skúlaleiðara.

Arbeiðsuppgávur fevna um vanligt skrivstovuarbeiði so sum:

  • Telefon- og teldupostsamskifti og avgreiðslu
  • Samskipan av fundum o.l.
  • Fyrisitingarligt arbeiði
  • Innkeyp av undirvísingartilfari'
  • Umsita høilsleigu/nýtslu
  • Ymiskt fyrifallandi

Vit bjóða eitt lívligt arbeiðspláss, sum er fult av glaðum næmingum og vaksnum. Vit hava ein góðan felagsskap og leggja stóran dent á trivnað!

 

Førleikakrøv

  • Skrivstovuútbúgving ella líknandi og/ella royndir sum skrivstovufólk
  • Góðar telduførleikar
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu, og er tænastusinnað/-ur
  • Góðar samstarvseginleikar
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Væl skipað/-ur og virkisfús/-ur
  • Hegni til at dagføra heimasíðu og sosialu miðlar skúlans er ynskiligt, men ikki eitt krav

 

Setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í lønarflokki 4. Starvsbrøkurin er 0,25. Feria og frítið fylgir skúlaárinum. Barnaváttan krevst við setan.

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 5.mai 2025

Umsókn og lívsrensl skulu sendast til skúlaleiðara í Lítlaskúla, Gunvør Hofgaard á litliskuli@skulin.fo. Spurningar til starvið kunnu stílast til skúlastýrislim, Sunnuvu Bæk á tlf. 210547.

 

Um Lítlaskúla

Lítliskúli er frískúli í Tórshavn, sum liggur í náttúruríkum umhvørvi við Hoyvíksvegin. Lítliskúli er eitt samskipað skúlatilboð, har forskúli, skúli og frítíðarskúli renna saman í eina heild. Á skúlanum starvast lærarar, námsfrøðingar, tónleikari, hjálparfólk, køksfólk, vaskifólk og skjótt eitt skrivstovufólk. Her ganga 80 børn í skúla frá forskúla til 6.flokk.

Les meira á www.litliskuli.fo

 


Gleðiligar páskir
19.04.2025
Skrivstovu­fólk til Lítlaskúla
11.04.2025
Føstulávint 2025
10.03.2025
Nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð
07.02.2025
Vangamynd: Elspa
30.01.2025
Barna­ráð­stevna
23.01.2025
Vangamynd: Eivind
19.01.2025
Telefon­politikkur
09.01.2025