Í forskúlanum í Lítlaskúla hava vit í huganum, at børnini kundu gingið í barnagarði, og tískil er forskúlin ein samanrenning millum barnagarð og skúla.
Lærari og námsfrøðingur arbeiða saman í forskúlanum um læringina og menningina hjá børnunum.
Endamálið í forskúlanum er, at børnini gerast enn meira sjálvbjargin innan tað sosiala, motoriska, kensluliga og praktiska. Hetta verður arbeitt við gjøgnum spæl, fakligheit og skúla.
Forskúlin hevur eins og skúlin 1 útidag um vikuna, kórsang hvørja viku og 5 evnisvikur.
Børn í forskúlanum koma frá ymsum býarpørtum í Tórshavnar Kommunu, og tí verður arbeitt við relatiónum barnanna millum fyrstu tíðina, tey eru byrjað í forskúla. Hetta er við til at menna góðan felagsskap, sum fylgir børnunum alla skúlagongdina.
Í forskúlanum eru í mesta lagið 18 børn og miðað verður eftir jøvnum kynsbýti. Í Lítlaskúla er umráðandi, at øll fáa eitt hóskandi og mennandi tilboð, og tí verða børn við serligum tørvi tikin inn eftir umstøðunum.
Forskúlin í Lítlaskúla er ætlaður teimum børnum, sum eisini skulu ganga í 1. flokki og víðari í skúlanum.
Dagarnir hjá forskúlabørnum síggja soleiðis út
07.40 - 08.00 Møta og hugni
08.00 - 08.20 Samling og prát
08.20 - 9.00 Bókstavir, ljóð, talfatan og rørsla
09.15 - 9.30 Morgunsang
09.30 - 10.00 Steðgur og frukt
10.00 - 10.15 Kvirra og prát
10.15 - 11.10 Uppgávur
11.10 - 12.15 Matarsteðgur og fríkorter
12.15 - 17.00 Frítíðarskúli
Hvønn mánadag hava vit ein útiskúladag. Tá kanna vit nærumhvørvið, náttúruna ella vitja søvn.