Seinastu tíðindi
17. mars

Hav verkætlan í frítíðarskúlanum

Í frítíðarskúlanum elska vit at brúka hendurnar og hugflogið. 

Hesar seinastu vikurnar hava vit arbeitt kreativt við havinum. Yvirskriftin á verkætlanini var "Sagnir og nýnýtsla", og vit byrjaðu við at hoyra um ymiskar sagnir, sum ganga fyri seg í sjógvi og vatni. Síðani fóru vit í gongd við at arbeiða kreativt við ymiskum tilfari, og nógv spennandi kom burturúr. Í tílíkum verkætlanunum leggja vit okkum eftir at fylgja hugflognum hjá børnunum, og tí er endaliga úrslitið ongantíð avgjørt frammanundan; hugskotini koma so við og við og byggja omaná hvørt annað.

Verkætlanin endaði við foreldrakaffi og framsýning. Í frítíðarskúlanum hava vit eisini eitt Lítlaskúlakór við Guðruni Sólju sum kórleiðara, og tey framførdu eisini hendan dagin við sangunum "Sum eitt summar", "Eyga, oyra, fótur verða eg vil" og okkara egna "Lítlaskúlakórið" sangi.

Vit takka foreldrum o.ø. fyri ymiskt tilfar, sum vit hava fingið til vega, og fyri at tit eru so ófør at vísa okkum áhuga og møta so væl upp til tílík tiltøk :) 


Summarfrí og fyrsti skúladagur 2023/­2024
04.07.2023
Takk fyri vitjanina á Summar­marknaðinum
04.06.2023
Summar­marknaður í Lítlaskúla 2. juni
31.05.2023
Garðdagur
19.04.2023
Gleðiligar páskir
02.04.2023
Hav verkætlan í frítíðarskúlanum
17.03.2023
Føstulávint 2023
23.02.2023
Skúla­gongdin byrjar kl.9.50 í dag 8.februar
08.02.2023