Seinastu tíðindi
1. februar

Nýggj, men kend leiðsla í Lítlaskúla

Í dag er leiðaraskifti í Lítlaskúla.

Eftir 8 ár við róðrið hevur okkara fantastiski skúlaleiðari Jenny Winther Poulsen valt at geva leiðarastafettina víðari til varaleiðaran Gunvør Hofgaard. Tað var Jenny sjálv sum saman við øðrum tók stig til at seta Lítlaskúla á stovn, og hon hevur seinastu 8 árini gingið á odda fyri at menna hann til tann framúrskarandi skúlan, hann er í dag. Vit siga tó tíbetur ikki farvæl við Jenny, tí hon heldur fram sum lærari á skúlanum.


Gunvør tekur við sum leiðari frá 1. februar og Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur í forskúlanum í Lítlaskúla, tekur við sum varaleiðari.

Leiðaraskiftið varð sjálvandi hátíðarhildið. Børnini sungu tveir vakrar sangir fyri Jenny, og stýrisforkvinnan helt eina røðu. Eisini fingu Jenny, Gunvør og Katrin handað blómutyssi.


Vit í Lítlaskúla vilja takka Jenny so hjartaliga fyri hennara megnararbeiði, og ynskja Gunvør og Katrini blíðan byr.


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026