Seinastu tíðindi
1. januar

Køksfólk til Lítlaskúla

Køksfólk til Lítlaskúla

 

Søkt verður eftir fólki at standa fyri matarskipanini í Lítlaskúla.

Arbeiðsuppgávan fevnir um at keypa inn og borðreiða við mati og drekka til  næmingarnar í skúlanum. Eftir matarsteðgin skal avlop ruddast burtur og køkurin ruddast og vaskast.

Maturin er vanligur heilsugóður kostur við breyði, viðskera og grønmeti, og sum starvsfólk kemur tú sjálv at hava ávirkan á, hvussu matarskipann verður røkt á besta hátt.

Arbeiðstíðin er 16 tímar um vikuna hvønn gerandisdag frá kl. 9.00 – 13.00 týsdagur undantikin.

Starvið verður sett sambart sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, frætta vit fegin frá tær. Send eina umsókn og viðmælir til litliskuli@skulin.fo seinast 14.januar kl.12.00.

 

 


Fyrst komu eggini...
02.05.2025
Vangamynd: Gunnvá
27.04.2025
Gleðiligar páskir
19.04.2025
Skrivstovu­fólk til Lítlaskúla
11.04.2025
Føstulávint 2025
10.03.2025
Nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð
07.02.2025
Vangamynd: Elspa
30.01.2025
Barna­ráð­stevna
23.01.2025