Seinastu tíðindi
18. desember

Opið hús og innskriving til forskúla og 1. flokk

Í sambandi við innskriving til forskúla og 1. flokk til komandi skúlaár, verður opið hús í Lítlaskúla mikudagin 11. januar 2023. Foreldur eru vælkomin at vitja skúlan í skúlatíð ímillum kl. 10-11.30 fyri at fáa innlit í hvussu skúladagurin er skipaður. Kl. 17 verður upplegg, har øll eru hjartaliga vælkomin at hoyra starvsfólk greiða frá um Lítlaskúla og síggja skúlan. Um tit eru áhugað í at vitja skúlan í skúlatíð, eru tit vælkomin at senda okkum ein teldupost á litliskuli@skulin.fo, so vit hava yvirlit yvir hvussu nógv koma.

Innskrivingin til Lítlaskúla er opin og liggur á heimasíðuni: www.litliskuli.fo/tilmelding

Í Lítlaskúla eru vit sannførd um, at børn hava lættast við at læra ígjøgnum verkligar tilgongdir og upplivingar. Tí hava vit ein fastan útiskúladag um vikuna og fleiri evnisvikur hvørt ár. Hesin læruháttur gevur børnunum møguleika fyri at læra um ávís evni á ein øðrvísi hátt, og har fleiri lærugreinar verða samantvinnaðar. Umframt at hvør útiskúladagur hevur eitt ávíst fakligt endamál, fáa næmingarnir eina rúgvu av sansastimbrandi upplivingum, ið hava gagnliga ávirkan á menningina og læringina.

Í Lítlaskúla ynskja vit, at øll kenna hvønn annan og hava møguleika at skapa sambond sínámillum uttan mun til árgang og aldur. Í so stóran mun sum umstøðurnar loyva tí, arbeiða vit eisini við blandaðum árgangum. Hetta hava vit sera góðar royndir við - vit síggja nýggj vinarbond blóma, og at teir eldru næmingarnir taka ábyrgd og hjálpa teimum yngru. Á hendan hátt fáa næmingarnir eftir okkara sannføring eina kenslu av felagsskapi og tryggleika, ið er ein fortreyt fyri trivnaði og menning.

Í Lítlaskúla hava vit matarskipan, har næmingarnir fáa frukt/grønmeti í fyrraparts fríkorterinum og breyð og viðskera á middegi fýra dagar um vikuna. Tann dagin, tá tað er útiskúladagur, hava næmingarnir matpakka við

Í forskúlanum arbeiða vit nógv við at styrkja teir sosialu førleikarnar. Vit arbeiða við tølum og ljóðum, læra bókstavir, loysa uppgávur og mangt annað bæði ígjøgnum undirvísing og spæl. Ein dag um vikuna hava vit útidag, har vit vitja ymisk støð í nærumhvørvinum og kanna ymiskt. Forskúladagurin endar kl. 11.20, tá børnini fara í frítíðarskúla saman við 1. og 2. flokki.

 


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024