Seinastu tíðindi
7. november

Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum í frítíðarskúlanum

Hesar seinastu vikurnar hava vit í frítíðarskúlanum arbeitt við søguni um Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Vit byrjaðu við at hoyra søguna, syngja sangirnar og síggja filmin, soleiðis at vit kendu søguna væl.

Síðani hava vit arbeitt við at seta søguna upp til ein leik, har øll børnini fingu møguleika fyri at vera við. Undirtøkan var sera góð, og heilir 24 leikarir vóru við á pallinum. Harumframt vóru øll frítíðarskúlabørnini við í Valbakkaskóg-kórinum og nøkur høvdu aðrar uppgávur, so sum at deila sangir út, lata gardinurnar upp og aftur osv.

Til fyrireikingarnar av at seta pallin upp, mátti ymiskt tilfar fáast til vega; nøkur hava verið úti og savnað papp frá stórum handlum í nærumhvørvinum, onnur hava heintað bløð og greinar. Síðani hava vit málað og teknað, klipt djóraoyru, fingrabundið djórahalar, baka piparkøkur (bæði søtar og dupultpipraðar), prýtt krukkur, funnið búnar fram og mangt annað. 

Venjingarnar til leikin gingu sera væl. Vit fingu vegleiðing frá tveimum eldri næmingum í skúlanum um hvat er týdningarmikið at hava í huga, tá ein spælir sjónleik. Børnini vóru sera spent og hjálpsom, og var eitt barn ikki í skúla til venjingina onkran dag, so vóru onnur skjót at traðka til.

Fríggjadagin 28. oktobur var stóri dagurin, tá ið leikurin skuldi framførast. Fyrsta framførslan var fyrrapartin fyri eldru næmingunum og starvsfólkum í skúlanum. Seinnapartin vóru foreldur og onnur avvarðandi boðin at síggja framførsluna, og undurtøkan var sera góð - stúgvandi full fimleikahøll við spentum áskoðarum. Aftaná framførsluna var kaffi, saft og piparkøkur til øll.

Søgan um Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum er ein fitt og stuttlig søga, og gevur høvi til góð prát um at vera ein góður vinur og at hjálpa hvørjum øðrum. At arbeiða við eini tílíkari verkætlan er sera gott fyri samstarv og samanhald - bæði ímillum børn og vaksin.


Hav verkætlan í frítíðarskúlanum
17.03.2023
Føstulávint 2023
23.02.2023
Skúla­gongdin byrjar kl.9.50 í dag 8.februar
08.02.2023
Nýggj, men kend leiðsla í Lítlaskúla
01.02.2023
Køksfólk til Lítlaskúla
01.01.2023
Jóla­heilsan úr Lítlaskúla
22.12.2022
Opið hús og innskriving til forskúla og 1. flokk
18.12.2022
Barnsburðarfar­loyvisstarv í Lítlaskúla
07.12.2022