Seinastu tíðindi
22. desember

Námsfrøðingur til tíðaravmarkað starv í Lítlaskúla

Vilt tú vera partur av einum spennandi tilboði í Havn?

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og eldhugaðum námsfrøðingi, sum kann verða við til at mynda námsfrøðiliga grundarlag og vangamynd skúlans. Talan er um tíðaravmarkað starv sum stuðul í innskúlingini. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við námsfrøðingum í líknandi starvi, umframt lærarum í innskúlingstoyminum. Starvið er 25 tímar um vikuna at byrja 5.januar ella eftir avtalu til 21.juni 2022.

Vit vænta:

  • at tú ert jaligur, opin og lættur at samstarva við
  • at tú ert kreativur og dugir at finna uppá
  • at tú dugir væl við børnum
  • at tú hjálpsamur og ikki fírir fyri at taka hond í
  • at tú kanst átaka tær fjølbroyttar uppgávur 

Sum starvsfólk í Lítlaskúla ert tú partur av einum virknum umhvørvi, har tú sleppur at seta tín dám á gerandisdagin.

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag. Setanin er frá 1.januar 2022 ella eftir avtalu.

Er hetta nakað fyri teg, vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum eina umsókn við viðkomandi royndum til litliskuli@skulin.fo viðmerk “Stuðul” í seinasta lagi 31.desember 2021 kl.12.00.

 

Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til leiðara í Lítlaskúla, Jenny Winther Poulsen, tel. 270339.

 

Lítliskúli er frískúli í Tórshavn, sum liggur í náttúruríkum umhvørvi við Hoyvíksvegin, bert 100 metur frá Hoyvíkstjørn og 500 metur frá miðbýnum. 
Lítliskúli er eitt samskipað skúlatilboð, har forskúli, skúli, frítíðarskúli renna saman í eina heild. Námsfrøðiliga grundarlagið er heildarmenning, og vangamyndin er tónleikur, list og rørsla. Børnini í Lítlaskúla skulu sleppa at brúka bæði høvur og hendur og sítt skapandi hugflog. Vit leggja tí dent á verkligar tilgongdir, har fakliga innihaldið í so stóran mun sum til ber verður tongt at ítøkiligum avrikum og upplivingum.


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026