Seinastu tíðindi
17. oktober

Skúlarenningin 2022

Her eru nakrar myndir av árligu skúlarenningini, ið var fríggjadagin 7. oktobur. Politiið var sjónligt í býnum í sambandi við skúlarenningina, og nakrir politistar komu við at renna saman við næmingunum.

Hesa ferð kappaðust flokkarnir um hvør kláraði at renna longsta teinin í miðal pr. barn. Vinnarin fyri innskúlingina gjørdist forskúlin, har næmingarnir runnu heilar 7,2 km í miðal pr. barn. Í miðdeildini var tað 3. flokkur, ið vann við 7,6 km í miðal pr. barn. Bæði forskúlin og 3. flokkur vunnu ein túr í Skatehøllina og í Ís at hugna sær.

Hesa vikuna er evnisvika, har næmingarnir arbeiða við ymiskum, ið hoyrir heystinum til. Meira kunning um evnisvikuna kemur seinni.


Lesigleði
29.05.2025
Garðdagur
16.05.2025
Fyrst komu eggini...
02.05.2025
Vangamynd: Gunnvá
27.04.2025
Gleðiligar páskir
19.04.2025
Føstulávint 2025
10.03.2025
Nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð
07.02.2025
Vangamynd: Elspa
30.01.2025