Seinastu tíðindi
8. september

Lítliskúli søkir eftir leiðara til frítíðarskúlan

Vit sóknast eftir námsfrøðingi at leiða og samskipa arbeiðið í frítíðarskúlanum. Starvið verður sett frá 1. oktober.

Fyri at røkja starvið sum leiðari er tað eitt krav, at tú ert útbúgvin námsfrøðingur. Tað hevur týdning, at tú brennir fyri at arbeiða við børnum, og at tú trívist í einum lívligum og hendingaríkum umhvørvi. Vit leggja dent á, at tú dugir væl at leiða, og at tínar royndir eru viðkomandi fyri námsfrøðiliga grundarlag og vangamynd skúlans.

Vit vænta harumframt:

·         at tú dugir væl at skipa arbeiðið

·         at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt

·         at tú ert jalig/-ur, opin og løtt/lættur at samstarva við

·         at tú ert kreativ/-ur og dugir væl at skapa ítriv til børnini

·         at tú kanst átaka tær fjølbroyttar uppgávur, tá ið á stendur

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur fyrisitingarligar royndir.

Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv, har tú kemur at standa á odda fyri at menna eitt øðrvísi frítíðarskúlatilboð í Tórshavnar kommunu. Tú kemur at arbeiða í einum umhvørvi, har ymiskleiki er ein dygd, har námsfrøðingar, hjálparfólk, lærarar og onnur geva íblástur til gerandisdagin. Er hetta nakað fyri teg, vilja vit fegin frætta frá tær.

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag. Setanin er frá 1. oktober 2022.

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi royndum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. september 2022 kl. 12.00. Umsóknin verður send við telduposti til litliskuli@skulin.fo.

Um tú hevur spurningar um starvið, kanst tú venda tær til leiðaran fyri Lítlaskúla, Jenny Winther Poulsen, tel. 755080. Skrivligir spurningar kunnu sendast til litliskuli@skulin.fo.

 

Lítliskúli er eitt samskipað frískúlatilboð við forskúla, skúla og frítíðarskúla. Námsfrøðiliga grundarlagið er heildarmenning, og vangamyndin er tónleikur, list og rørsla. Børnini í Lítlaskúla skulu sleppa at brúka bæði høvur og hendur og sítt skapandi hugflog. Vit leggja tí dent á verkligar tilgongdir, og at fakliga innihaldið í so stóran mun sum til ber verður tongt at ítøkiligum upplivingum og avrikum. Lítliskúli hevur matarskipan og ein dagur um vikuna er útidagur.

Lítliskúli er skipaður sum sjálvsognarstovnur við einum stýri, sum er ovasta leiðsla stovnsins. Limirnir í stýrinum eru umboð fyri foreldur, starvsfólk, áhugabólk og Tórshavnar kommunu.


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024