Seinastu tíðindi
23. juni

Lítla Sirkus 2022

Summarevnisvikan hesa ferð handlaði um sirkus, har rørsla, samanhald, kreativitetur og handverk var í miðdeplinum. Næmingarnir valdu seg inn á verkstovur, sum vóru:

  • Seyming
  • Pallsmíð og tilhoyr
  • Dansur og fimleikur
  • Javnvág
  • Kynstur

Næmingarnir valdu verkstovu eftir áhugamáli, og bólkarnir vóru sera fjølbroyttir, og næmingarnir vóru væl blandaðir. Uml. 15 næmingar vóru á hvørjari verkstovu við tveimum lærarum/námsfrøðingum. Forskúlin valdi ikki verkstovur, men arbeiddi við sirkusi inni í flokkinum, og so vitjaði tey eisini nakrar av verkstovunum. Í Lítlaskúla leggja vit stóran dent á samanhald, og í eini tílíkari evnisviku er altíð stuttligt at síggja hvussu væl næmingarnir duga at arbeiða tvørtur um floksmørk, har teir eldru næmingarnir sleppa at hjálpa teimum yngru, og nýggj sambond verða knýtt. 

Hvønn morgun byrjaði evnisvikan við samling í høllini við sangi og rørslu áðrenn farið var út í verkstovurnar at arbeiða. Hósdagin 16. juni var framførsla fyri foreldrum o.ø. avvarðandi, og allur skúlagarðurin var umskapaður til eitt sirkus við skeltum, atgongumerkjum, vøkrum búnum, poppkorni, klovnum, sirkusstjóra, leyvum og øllum øðrum, ið hoyrir einum røttum sirkusi til. 

Vit hesum myndum takka vit fyri ein frálíka sirkusdag og ynskja øllum eitt gott summar.


Lesigleði
29.05.2025
Garðdagur
16.05.2025
Fyrst komu eggini...
02.05.2025
Vangamynd: Gunnvá
27.04.2025
Gleðiligar páskir
19.04.2025
Føstulávint 2025
10.03.2025
Nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð
07.02.2025
Vangamynd: Elspa
30.01.2025