Seinastu tíðindi
23. desember

Gleðilig jól

Eins og undanfarin ár bjóðaði Adventskirkjan 

okkum seinasta skúladag áðrenn jólafrítíðina 

til jólagudstænastu og síðani hugna við holu-

køkum og øðrum góðum í kirkjukjallaranum. 

 

Seinnapartin var jólahald fyri foreldrum og 

avvarðandi í garðinum hjá Tjarnargarði,

har næmingar framførdu við Santa

Lucia-gongu, tónleiki og sangi. Eisini varð 

peningurin, ið næmingarnir savnaðu inn 

seinasta mánadag, handaður Beranum. 

Heilar kr. 12.284,50 komu inn.  
 

Vit í Lítlaskúla vilja hervið takka fyri sera 

gott samstarv bæði við Adventskirkjuna, 

Tjarnargarð og foreldur/avvarđandi. 

Samstundis vilja vit ynskja øllum eini 

gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. 


Lesigleði
29.05.2025
Garðdagur
16.05.2025
Fyrst komu eggini...
02.05.2025
Vangamynd: Gunnvá
27.04.2025
Gleðiligar páskir
19.04.2025
Føstulávint 2025
10.03.2025
Nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð
07.02.2025
Vangamynd: Elspa
30.01.2025