Seinastu tíðindi
22. desember

Jólaheilsan úr Lítlaskúla

Í desembur hevur nógv ymiskt verið á skrá í Lítlaskúla. Í viku 50 var evnisvika, har næmingarnir arbeiddu í ymiskum verkstovum; skrivaðu jólasøgur, bakaðu ymiskan jólabakstur, skrivaðu jólakort, vandu sjónleik og mangt annað. Harafturat hava vit sungið nógvar jólasangir og hoyrt nógvar góðar søgur. Forskúlabørnini hava gingið Lusia og hava arbeitt við ymiskum kreativum, sum hoyrir jólunum til. Til jólahaldið fyri foreldrum o.ø. framførdu næmingarnir tað tey høvdu vant í evnisvikuni, og borðreiddu við jólabakstrinum, sum bakiverkstovurnar høvdu bakað.

Í vikuni undan jólum vóru næmingar úti og sungu ymsa staðni í býnum, har tey samlaðu pening inn til vælgerandi endamál. Fólk tóku væl ímóti skúlakórinum, og fitt av peningi kom í bússuna. Hesa ferð verður innkomni peningurin latin Sinnisbata.

Við hesi myndafrásøgn frá jólamánaðinum í Lítlaskúla, vilja vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur 3. januar 2023.


Fyrst komu eggini...
02.05.2025
Vangamynd: Gunnvá
27.04.2025
Gleðiligar páskir
19.04.2025
Skrivstovu­fólk til Lítlaskúla
11.04.2025
Føstulávint 2025
10.03.2025
Nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð
07.02.2025
Vangamynd: Elspa
30.01.2025
Barna­ráð­stevna
23.01.2025