Seinastu tíðindi
7. desember

Barnsburðarfarloyvisstarv í Lítlaskúla

Starvslýsing

Ert tú lærari?

  • brennir tú fyri at arbeiða við børnum?
  • hevur hugsjónir um námsfrøðiliga arbeiðið?
  • ert tú ágrýtin og løtt/lættur at samstarva við?

- so frætta vit fegin frá tær!

 

Í samband við at ein av okkara lærarum fer í barnsburðarfarloyvi, sóknast vit eftir einum lærara at undirvísa í føroyskum í 1.flokki og handaverk og list í innskúling og miðdeild í tíðarskeiðinum 2.januar 2023 – 30.juni 2023.

 

Í viðgerðini leggja vit dent á, at tínar royndir eru viðkomandi fyri námsfrøðiliga grundarlag og vangamynd skúlans. Tað hevur stóran týdning, at tú ert álítandi og fleksibul, og at tú ikki ert bangin fyri at taka hond í, tá ið á stendur.

Vit kunnu bjóða eitt starv, har tú fært høvi til at arbeiða fjølbroytt við ymiskum undirvísingarhættum tvørtur um aldurs- og lærugreinamørk. Tú verður partur av einum sera dugnaligum starvsfólkatoymi, har tú fært stóra ávirkan á, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis.

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Lærarafelag. Setanin er frá 1. januar 2023 ella eftir nærri avtalu.

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi royndum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 21. desember 2022 kl. 12.00. Umsóknin verður send við telduposti til litliskuli@skulin.fo Frámerk “umsókn”.

 

Um tú hevur spurningar um starvið, kanst tú venda tær til leiðaran fyri Lítlaskúla, Jenny Winther Poulsen á tel. 270339. Skrivligir spurningar kunnu sendast til litliskuli@skulin.fo

 


Fyrst komu eggini...
02.05.2025
Vangamynd: Gunnvá
27.04.2025
Gleðiligar páskir
19.04.2025
Skrivstovu­fólk til Lítlaskúla
11.04.2025
Føstulávint 2025
10.03.2025
Nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð
07.02.2025
Vangamynd: Elspa
30.01.2025
Barna­ráð­stevna
23.01.2025