Seinastu tíðindi
12. mai

Forskúlin vann listakapping

Hóast Listasavnið í Viðarlundini hevur verið stongt í nakrar vikur vegna korona, hava tey skipað fyri listakapping á sosialum miðlum. Kappingin snúði seg um at gera eina parafrasu ella egna útgávu av einum ávísum listarverki, sum Listasavnið valdi út. Tá fimta og síðsta kappingarumfarið varð skotið í gongd í síðstu viku, var forskúlin í Lítlaskúla ein av luttakarunum.

Uppgávan var at gera sína útgávu av gomlu myndini hjá Díðriki av Skarvanesi, har hann hevur myndað ein hana og eina hønu í føgrum litum og mynstri.

Forskúlin brúkti ein heilan dag uppá at skapa og prýða teirra verk. Dagurin byrjaði við at vit í felag tosaðu um myndina, sum varð varpað upp á veggin. Tey vaksnu teknaðu strikurnar á eitt stórt pappír, sum børnini síðan litaðu við alskyns litum. Síðan varð límið funnið fram, so at bæði fjaðrar, pailettir og avís-útklipp kundi leggjast afturat. Beint fyri døgurðasteðgin varð myndin endiliga liðug, og børnini vóru sera væl nøgd, ikki bert við úrslitið, men við degnum sum heild. Tey vaksnu hildu eisini at tíðin hevði flogið framvið!

Myndin varð síðan send inn til Listasavnið, sum mettu hana vera so góða, at hon vann kappingina!

Vit í forskúlanum eru sera fegin um at vit kundu vera við í hesi frálíku kapping. Vit gleða okkum at fara á vitjan í Listasavninum og síggja alla ta spennandi listina, sum hongur har, umframt fáa vinningin: hvør sína sleikisneis og plakat við heim!

Myndin hongur í gongini uttanfyri forskúlan, og skjótt verður hon rammað inn :)


Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024
4 pláss eftir í forskúlanum
15.01.2024
Opið hús - er Lítliskúli nakað fyri títt barn?
02.01.2024
Jóla­heilsan úr Lítlaskúla
23.12.2023