Seinastu tíðindi
11. apríl

Páskafrítíðin longd

Góðu foreldur

MMR boðar í skrivi frá, at páskafrítíðin er longd til 20.apríl.

20.apríl verður skúlagondin varliga tikin upp aftur. 

Forskúli, 1., 2. og 3. flokkur kunnu møta í skúla hvønn dag.Tað er ikki eitt krav, at næmingarnir í grunddeildini møta í skúla. Foreldrini taka avgerð um hetta. At møta í skúla er tískil eitt val, og tey, ið ikki ynskja at senda børnini í skúla, boða flokslæraranum frá. Hesir næmingarnir fáa so skúlating frá lærarunum at gera hvønn dag, so leingi, sum skúlin verður skipaður á henda hátt.

Tit frætta aftur frá okkum eftir páskir, hvussu frítíðarskúlin fer at hava opið.

4.-6. flokkur fara at hava fjarundirvísing eins og vit høvdu undan páskaferiuni. Undirvísingin byrjar somuleiðis 20.apríl og kravt er, at næmingar í 4.-6. skulu fylgja fjarundirvísingini og gera uppgávur sambært vikuætlanini. 

 

Latið okkum endiliga frætta, um tit hava ivamál.

 

Við ynskjum um einar góðar og tryggar páskir.

Blíðar heilsur

Jenny og Gunvør


Rennidagu­rin útsettur til mánadagin 15.septembur
12.09.2025
Garðdagur verður 5.septembur
03.09.2025
Skúla­byrjan
11.08.2025
Starv sum avloysari í frítíðarskúlanum
31.07.2025
Takk fyri farna skúlaár
14.07.2025
Lesigleði
29.05.2025
Garðdagur
16.05.2025
Fyrst komu eggini...
02.05.2025