Seinastu tíðindi
15. september

Starvsfólk til Frítíðarskúlan í Lítlaskúla 

Vilt tú vera partur av einum spennandi frítíðarskúlatilboði í Havn? 
 
Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og eldhugaðum starvsfólki at starvast hjá okkum 16 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt.  
 
Vit vænta:  
at tú dugir væl við børnum  
at tær dámar væl at vera úti 
at tú ert kreativ/ur og dugir at finna uppá ymiskt ítriv 
at tú ert jalig/ur, opin og løtt/lættur at samstarva við  
at tú hjálpsom/-samur og ikki fírir fyri at taka hond í  
at tú kanst átaka tær fjølbroyttar uppgávur 
 
Sum starvsfólk í Lítlaskúla ert tú partur av einum virknum umhvørvi, har tú sleppur at seta tín dám á gerandisdagin.  
Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag.  
 
Í Frítíðarskúlanum í Lítlaskúla ganga í løtuni 23 børn úr forskúla, 1. og 2. flokki. 
  
Er hetta nakað fyri teg, vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum eina umsókn við viðkomandi prógvi og/ella royndum til elspaj@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 29. septembur 2025. 
 
Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til Elspu J. á Argjum, tlf. 755090. 


Starvs­fólk til Frítíðarskúlan í Lítlaskúla 
15.09.2025
Rennidagu­rin útsettur til mánadagin 15.septembur
12.09.2025
Garðdagur verður 5.septembur
03.09.2025
Skúla­byrjan
11.08.2025
Starv sum avloysari í frítíðarskúlanum
31.07.2025
Takk fyri farna skúlaár
14.07.2025
Lesigleði
29.05.2025
Garðdagur
16.05.2025