Vikuætlan

Vika 46 - 2026

Mánadagur
9. november
Viðmerking
Viðtalur mikudagin.
Heimaarbeiði
Støddfrøði
Uppg. 2.13, 2.14, 2.15, 2.16, 2.17, 2.18, 2.19, 2.20, 2.21
Betri vinir/Støddfrøði
Vit byrja tíman við betri vinir. Uppg. 2.22, 2.23, 2.24, 2.25, 2.26
Søga
Vit undirvísa hvørjum øðrum;Frá einaveldi til fólkaræði s. 47 (Sofía)USA s. 48 (Tóki)Frakland s.49 (Jónas)Grundlógin samtykt s. 50 (Askur og Maria)Grundlógin samtykt s.51 (Ria)Føroyingar valdir s.52 (Erik)Val í Føroyum s.53 (Silas)Løgtingið sett á stovn aftur s.54 (Benjamin og Helma)Langur vegur s.55 (Rannvá)Løgtingið lítið vald s.56 (Lív)
Føroyskt
Vit arbeiða víðari við søguni Fjaðursár. Vit lesa hana umaftur í felag, tí nú skulu vit greina (granska) søguna enn meira.
Týsdagur
10. november
Heimaarbeiði
Lesið 20 min í frílesingbókini og skrivið í lesikortið.
Útiskúli
Vit eru boðin niðan í Listasavnið at síggja ymiskt nýtt og spennandi, nú tey hava broytt ta nýggju framsýningina. 
Loggbók
Mikudagur
11. november
Heimaarbeiði
Støddfrøði:Uppg. 2.22, 2.23, 2.24, 2.25, 2.26

Lesið 20 min í frílesingbókini og skrivið í lesikortið.
Støddfrøði
Sirkulmynd
Uppg. 2.27, 2.28, 2.29, 2.30, 2.31, 2.32
P-fak
Støddfrøði
Viðtalur
13.15 - 17.00
Sí mynd niðanfyri.
Eisini hava tey fingið eitt yvirlit yvir viðtalur og eitt ark at útfylla við heim.
Hósdagur
12. november
Heimaarbeiði
Lesið 20 min í frílesingbókini og skrivið í lesikortið.
Enskt
Fyrisøgn, samanumtøka og vit læra um enska hugtakið 'comfort zone'. 
Danskt
P-fak
Fríggjadagur
13. november
Heimaarbeiði
Støddfrøði:
Uppg. 2.27, 2.28, 2.29, 2.30, 2.31, 2.32

Lesið 20 min í frílesingbókini og skrivið í lesikortið.
Føroyskt
Vit fara til tiltakið Bókadagar í Norðurlandahúsinum. Vit fara til framløgu kl.9.00-9.30 av bókini Leyp nú Eva eftir Rakel Helmsdal.
Støddfrøði
Lýsingartøl
Uppg. 2.33, 2.34, 2.35, 2.36, 2.37, 2.38, 2.39
Svimjing

Viðtalur 11.11.26

Seinna helvt av fyrisøgn 1 til 2.novembur 2026

Fyrisøgn 26.septembur 2026

Eins og undafarnu ár fer miðdeildin á seturskúla. Leiðin gongur til Tjørnuvíkar, har vit fara at húsast í bygdarhúsinum. Bussur heintar okkum á skúlanum mikumorgun kl. 9:30. Børnini skulu møta sum vanligt tann morgunin. Bussurin kemur aftur eftir okkum fríggjadagin kl. 11 og verður á skúlanum uml. Kl. 12.  

At hava við: tannbust, tannkrem, sápa/shampoo, handklæði, hárbust, svimjiklæðir, heit útiklæðir, góðir skógvar, gummistylvar, skiftiklæðir, soviposa, kodda, bamsu 

Heiligvág: Sigið okkum frá um vit skulu hjálpa barnium við at minnast til heiligvág, ella um vit skulu taka serligt atlit til eitthvørt hesum viðvíkjandi.  

Ovurviðkvæmi: Sigið okkum frá um vit skulu taka serligt atlit til ovurviðkvæmi.  

Yvirnátta: Um barnið ikki svevur í Tjørnuvík, skal barnið heintast kl. 20 um kvøldi og koma aftur kl. 8 morgunin eftir. Hetta skal avtalast við okkum áðrenn fráferð. Vit vita av royndum, at tá onkur, sum upprunaliga skal yvirnátta, ynskir at sleppa heim seint um kvøldi, og ynski verður gingið teimum á møti, hevur hetta keðiliga ávirkan á hini og seturskúlan sum heild. Vit ynskja sjálvandi at øll sova á seturskúlanum, men hava staðið í tí støðu, at nógv børn eru farin heim og heilt fá sita eftir. Hetta er ikki tað vit ynskja fyri seturskúlan.  Tískil skal greið avtala gerast við okkum vaksnu fyri fráferð.  

Tað kostar 300 kr fyri hvørt barnið. Vinaliga flyti okkum hetta á konto 9181 4944633 í seinasta lagið týsdagin 1. Septembur.  

Við seturskúlakvøðu, 
Miðdeildartoymi - Teitur, Christa og Jenny 

Áheitan frá lesivegleiðara og lærara


Fleiri næmingar siga seg ikki ikki lesa heima, ella bara viðhvørt, og orsøkirnar eru ymiskar. Trupulleikin við hesum, er at tann lesingin sum er í skúlanum í skúlatíðini, er ikki nóg mikið, fyri at gerast ein góður lesari. Sum er, hava flestu næmingar tørv á at venja meira, fyri at fáa lesiferðina upp, og ta venjingina mugu teir fáa heima. Vónandi taka tit væl ímóti hesi áheitan. Góðan lesihug!

Betri Vinir - um tolsemi og ymiskleika

Felags Betri vinir átak skúlaárið 2025/26

Góðu foreldur

Mint verður á at hjálpa barninum við at hava alt við í pennahúsinum, sum skal vera har - serliga blýantar mangla í. 

Eisini er gott um tit lesa heima hvønn dag saman við barninum. Tey eru so røsk at lesa! 

Vh Christa