Vikuætlan 1., 2. og 3. flokkur
Vika 46 - 2026
Øll venja tabellir
1.fl arbeiðir í ymiskum tilfari í skúlanum og skula sum minimun venja 2, 10 og 5 tabellina heima
2.fl arbeiðir í Rokning 2B í skúlanum, um at falda (síða 78 - 101) og sum minimum tabellirnar 2, 3, 4, 5 og 10 heima
3.fl arbeiðir í Rokning 3A í skúlanum, um at rokna í høvdinum (pluss og minus) síða 44 - 67
Venja allar tær lítlu tabellirnar 2- 10 heima
Vit skulu í Viðarlundina eftir følnaðum bløðum, lúka í plantukassunum og perla tøl til plantukassarnar.
Minnist til matpakka, vatnfløsku og heit klæði.
Since it's not going to rain today, we are going to put the small gardens to sleep. We are going to Viðarlundin for faded leaves, so we can give our small gardens blanket of leves for the winther. The small gardens need numbers, so we're going to make numbers out of Hama-beads.Remember to bring lunch, a water bottle and warm clothes.
Heima: venja at lata seg úr og í og "venda" klæðunum um neyðugt
2.-3.fl. venjið staviorðini: eru, úti, bil, gula, sín, bát.
2.-3.flokkur skrivar fyrisøgn.
Foreldrafundur 15.septembur 2026
Hesi evni vórðu umrødd á foreldrafundinum í 1., 2. og 3.flokki
Føroyskt:
1.fl.:
2.-3.flokkur:
Umráðandi at barnið lesur heima minst 5 dagar um vikuna. Biðið Gunvør um hjálp ella góð ráð, um tað er trupult at fáa lisið heima.
Í skúlanum arbeiða vit í løtuni við Súlubókum og Firvaldsbókum. Súlubøkurnar tryggja, at allir næmingar arbeiða við øllum bókstavunum. Í Firvaldsbókunum eru spennandi og mennandi uppgávur m.a. krossorðagátur o.a.
Vit venja hondskriftina og tosa um týdningin av at kenna stórar og lítlar bókstavir, umframt nær hesir verða brúktir.
Áðrenn heystfrítíðina fara vit at skriva okkara fyrstu fyrisøgn hetta skúlaárið.
Støddfrøði:
Vikuætlan:
Umráðandi er, at foreldur lesa vikuætlanina hvønn dag. Øllum børnum dáma at vita, hvat væntast kann av teimum í skúladegnum.
Telefonlisti:
Foreldur útfyltu telefonlista. Hesin listin verður latin børnunum í postmappuna, soleiðis at tit kunnu fáa fatur í hvør øðrum, tá tørvur er á tí.
Foreldraumboð:
Pierre, pápi Tovu Lilou, og Sólvá, mamma Konrad meldaðu seg sum foreldraumboð hetta skúlaárið. Foreldraumboð skulu skipa fyri tveimum tiltøkum fyri øllum flokkinum.
Jari, pápi Alex og Reidar, bjóðaði seg fram at hjálpa til, tá tiltøk er.
Føðingardagsgávuskipan:
Samtykt varð, at allir næmingar skulu lata eina gávu fyri uml. 200 kr til gávuposan í flokkinum. Tá ein næmingur hevur føðingardag, sleppur hon/hann at velja sær eina gávu úr posanum.
Umráðandi er, at gávan riggar til bæði gentu og drong.
Spælibólkar:
Eivind og Gunvør býta børnini í bólkar á 4 børnum, sum skulu hittast 1 ferð um mánaðin. Tað er ein sera góð "gáva" at geva børnunum møguleikan fyri at koma heim til hvønn annan í spælibólk. Um ikki ber til at hava spælibólkin ásetta mánaðin, kunnu tit altíð býta um innanhýsis.
Yvirlit yvir spælibólkar, og góð ráð verður lagt í boðklivan.
Annað:
Eivind kunnaði um, at nú vit eru komin væl inn í heysti er sera umráðandi, at børnini hava vatntættar skógvar/stilvar, so tey ikki gerast vát og køld um beinini á útiskúla-døgum.
Katrin greiddi frá, hvussu gevandi tað er hjá børnum at spæla saman eftir skúla/frítíðarskúlatíð. Hóast tað kanska ikki verður til meira enn ein til hálvanannan tíma, so er hetta ein sera góð íløga at geva sínum barni.