Vikuætlan

Vikuætlan forskúli

Vika 28 - 2026

Mánadagur
6. juli
Týsdagur
7. juli
Mikudagur
8. juli
Hósdagur
9. juli
Fríggjadagur
10. juli

Garðdagur verður fríggjadagin 8. mai kl. 15-18, sí uppgávur o.a. niðanfyri.

Betri Vinir - um tolsemi og ymiskleika

Rithøvunda dagar 

Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin fara vit at hoyra um Astrid Lindgren og hennara søgur. Vit fara at leggja dent á søgurnar um Pippi. Vit tosað um hvat Pippi finnur uppá, hvussu Pippi mann hugsað og um Pippi er ein góður vinur.

Vit fara at tekna, mála,líma og byggja ymiskt úr søgunum um Pippi. 

Hvønn morgun kl 8.10 byrja vit yvuíri í høllini, har vit hoyra søgur eftir Martin Joensen, vit royna at gera løtuna so hugnaliga sum møguligt - skímligt, kertuljós, heitt og fjálgt. So um børnini ynskja at hava eina pútu við at leggja seg á hesar dagarnar eru tey vælkomin til tað.

Góðu foreldur, 

Vetrarfrítíðin verður dagarnar 11., 12. og 13. februar, og hesar dagarnar verður samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu. Um tit hava tørv á ansing hesar dagarnar, verða tit biðin um at melda til á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, og ikki beinleiðis til mín, sum eg annars havi boðað frá í kunningarskrivinum í desembur.

Tilmeldingin til samanlagt virksemi í vetrarfrítíðini er nú opin á www.torshavn.fo, og freistin at melda til er 27. januar.

Vinarliga
Elspa

Betri vinir átak skúlaárið 2025/26