Myndasøvn

Heystfagnaður 2021

Føstulávint 2021

Heystfagnaður 2020

Skúlarenningin 2. oktober 2020

Fríggjadagin 2. oktober var árliga skúlarenningin í Lítlaskúla. Hesa ferð var runnið í nærumhvørvinum, har hvør runda var 1,5 km. Næmingarnir vóru sera raskir og ágrýtnir, og teir sum runnu longst runnu heilar 13,5 km.

Summarveitslan 2020

Sum vant endaði skúlaárið í Lítlaskúla við einum braki, og hóast korona setti nakrar avmarkingar, so eydnaðist tað okkum at halda tvær frálíkar summarveitslur fyri næmingum og foreldrum, har sangur, leikur, framsýningar, spøl, kappingar o.a. var á skránni.

Næmingarnir í innskúlingini hava í longri tíð arbeitt við havinum sum evni, og gjørdu eina stásiliga framsýning av fiskum, skipum og ymiskum úr fjøruni. Eisini var myndaframsýning frá ymiskum útidøgum, har tey hava arbeitt við havinum sum evni.

Næmingarnir í miðdeildini hava arbeitt við sagnum og endaðu við einum frálíkum og vælskipaðum leiki um Sigmund Brestisson, og hvussu leikur fór, tá hann skuldi kristna Føroyar. 4.fl. spældi leikin og 5.-6.fl. hevði gjørt partar av búnum og pallmynd.

Evnisvika - kroppur mín

Føstulávint 2020

Pappeskju tema í frítíðarskúlanum feb. 2020

4.-6. flokkur á vitjan hjá løgmanni og í Løgtinginum

100 daga veitsla skúlaárið 2019/20

Jól í Lítlaskúla 2019

Evnisvika - jól

Skúlarenningin 21. oktober 2019

Mánadagin 21. oktober var árliga skúlarenningin í Lítlaskúla. Hesa ferð var runnið í Viðarlundini. Aftaná renningina var hugni í skúlanum til heitum kakao og bollum.

Evnisvika - heyst

Vælkomin í skúla

So er fyrsta vikan av hesum skúlaárinum farin um bak, og sum tað er deiligt at síggja bæði kend og nýggj andlit í Lítlaskúla. Fleiri nýggir næmingar eru byrjaðir í teimum ymisku flokkunum, eins og ein heilt nýggjur forskúlaflokkur er byrjaður. Hjartaliga vælkomin tit øll.

Hesa fyrstu vikuna hava næmingarnir fyrstu dagarnar í høvuðsheitum arbeitt saman í flokkinum saman við flokslærarunum, meðan tað seinni í vikuni hevur verið skipað fyri felags tiltøkum, har næmingar úr ymisku flokkunum hava arbeitt saman. Vikan endaði við einum frálíkum felags útidegi í Havnadali.

Vit gleða okkum til enn eitt læruríkt og mennandi ár í Lítlaskúla.

Her eru nakrar myndir frá fyrstu vikuni skúlaárið 2019/20.

Evnisvika - summarleikir 2019

Seturskúli í Tjørnuvík 3.-4. juni 2019

Útidagur í Vági 9. mai 2019

9. mai 2019 vóru vit útidag í Vági. Vit vitjaðu Marghøllina, har næmingarnir klintraðu og gjørdu parkour. Ítróttarháskúlin stóð fyri undirvísingini. Aftaná fóru vit í Pálshøll at svimja.

Føstulávint 2019

Helgi Dam Ziska vitjar 3.-5. flokk

100-daga veitslan hjá 1. og 2. flokki

Í samband við at 100 skúladagar eru farnir av hesum skúlaárinum, hildu 1. og 2. flokkur 100-daga veitslu, har næmingarnir gjørdu alt møguligt 100'arasligt bæði við tølum, spølum og rørslum. Eisini fingu tey okkurt gott at eta.

Evnisvika - vit vitja søvn

Í viku 4 var evnisvika, har vit vitjaðu Steinprent, Bókasavnið, Tjóðsavnið, Sjósavnið og Listasavnið.

Evnisvika - jól

Í viku 49 var evnisvika um jól. Vikan byrjaði við, at næmingarnir fóru út á ymiskar fyritøkur og á Vaglið at syngja við tí endamálið at savna pening til Jólahjálpina 2018 hjá Barnabata. Restina av vikuni arbeiddu næmingarnir í fýra ymiskum verkstøðum: 1. Søgan um jól, 2. Jól í øðrum londum, 3. Jól fyrr og nú og 4. Næstakærleiki.

Vikan endaði við loppumarknaði. Næmingar og onnur høvdu møguleika at leiga sær borð, so tey kundu selja leikur, bøkur o.a. Eisini var sølubásur við kaffi, te, vaflum, heimagjørdum bommi, brendum mandlum og piparnøtum. Peningurin, ið kom inn fór somuleiðis til Jólahjálpina 2018. Heilar kr. 18.600,- vórðu savnaðar inn hesa vikuna. Hendan upphæddin kann hjálpa uml 18-20 familjum.

Evnisvika - heyst

Í viku 41 høvdu vit evnisviku um heyst. Vikan byrjaði sum vanligt er við útidegi, og hendan dagin vóru næmingarnir býttir í tríggjar bólkar; fletting, taka upp eplir og henta hyben. Restina av vikuni arbeiddu næmingarnir í linjum, har tey kundu velja ímillum ullverkstað, gera mat av plantum og gera mat av seyði. Vikan endaði við framsýning í fimleikahøllini, har næmingarnir eisini framførdu sangin "Heystkanón".

Evnisvika. Kostur og heilsa - hvat ger meg glaðan?