Ljóðføri

Undirvísing í ljóðføri 

 

Lítliskúli hevur samstarv við Tórshavnar Kvøld-, ungdóms- og listaskúla um undirvísingina í ljóførum. Samstarvið merkir, at tilmeldingin fer fram í Kvøldskúlanum - men undirvísingin er í Lítlaskúla.

Tey, sum vilja melda næmingar til, skulu brúka tilboðini undir heitinum "Undirvísingartilboð til børn".

Sambært skránni hjá kvøldskúlanum fer undirvísingin í klaver og saxofon fram í Lítlaskúla eftir nærri avtalu við lærararnar. Undirvísingin í øðrum ljóðførum fer fram sambært skránni. Um nóg nógv tekna seg og tað praktiskt ber til, kunnu ljóðføri verða flutt niðan í Lítlaskúla. 

Faldarin við tilboðu sæst á heimasíðuni hjá kvøldskúlanum, har tilmelding eisini fer fram. Tilmeldingin er vanliga síðst í august á hvørjum ári. Sí www.kvoldskulin.fo  

Eru spurningar, kunnu tit venda tykkum til Mortan Zachariassen á tel. 555074