Forskúli

Hetta er vangin hjá forskúlanum

Her finna tit vikuætlanina, tímatalvu, boðklivan og myndir.

Fyrsti útidagur

Á okkara fyrsta útidegi fóru vit at hyggja at nærumhvørvinum. Vit gingu oman á Glasheygg, yvir á Eysturvøll og framvið spæliplássinum hjá Eysturskúlanum.

Smákykt í august

Vit hava fangað ymisk smákykt og eina vespu, hana hava vit granska nær

Vit heinta blómur á útidegnum

Vit fóru við bussi niðan á Ternurygg og gingu framvið Hoydalsá og allan vegin oman aftur í Lítlaskúla. Vit heintaðu blómir í ymiskum litum, sum vit síðani hava tosað um. Meðan vit gingu lærdu vit okkum sangin " kenna tit blómirnar"

Útidagur

Vit fóru oman í viðarlundina at finna " okkara trø". Trøðini fara vit at fylgja alt árið og hvussu ymisku árstíðirnar broytast. Hendan dagin hjálptust vit at máta trøðini og skrivaðu ymisku tølini niður. Eisini høvdu vit sjóneyku við so vit kundu granska trøð og annað nærri

Vit funnu eina vespu afturat

Hendan vespan bleiv eisini gjølla kannað. Vit royndu eisini at tekna vespuna

Jólaposin

Vit hava roynt okkum í jólaposakappingini. Ein mynd kom víðari í innleiðandi finaluna. Tann dagin vit lótu myndurnar inn var eisini eitt LEGO tiltak, so sjálvsagt fóru vit at byggja eitt sindur

Útidagur

Vit fangaði 1 krabba í Válgaravík. Ein vakran, stóran og grønligan kallkrabba. Krabbin manglaði eina klógv, men hon veksur útaftur. Á veg heim aftur í Lítlaskúla spældu vit á spæliplássinum tætt við har Bogi, Sól, Konrad og Jacoba búgva

Hugni í forskúlanum

Vit hava keypt okkum fiskar

Vitja í Sirri

Vit tosa um hvussu ullin verður til tógv

Ein dagur í forskúlanum

Vit telja á útidegnum

Tøl, rørsla og grønmetið

Ull

Vit tosa um ull og hvat vit brúka ullina til. Í dag tosaðu vit um føroysk klæðir og fóru tí at vitja Marjun Heimá

Mini OL

Gruffalo november

Í november høvdu vit Gruffalo tema í Hoydølum, hettar er okkara fyrsti túrur. Vit lósu um Gruffalo, leitaðu eftir honum og ímyndaðu okkum hvar hann kundi búgva. Vit høvdu trangia við og fingu okkum heitt kakao

Gruffalo november

Skúladagar

Ymiskir skúladagar. Betri vinir og annað

Gruffalo november

Skùladagar

Einastandandi góð rørsla vit fáa í kava Gruffalo byrjar at taka skap

Seinasti Gruffalodagur

Rørsla í viðarlundini

Jól

Hønurnar hava vorpið síni fyrstu egg. Vit gjørdu okkum røregg til matarsteðing

Ymiskir skúladagar

Útidagur

Vit tosa um dirvi og royna okkum. Rørsla og sansamenning

Fyrsti túrur á standmyndaveiðuni

100 daga veitslan

Vit royta hanar