Boðklivin

 

 

 

 

Føðingardags gávulistin 24/25

Nora - Nóah 16/7

Nóah - Kyrra 19/7

Kyrri - Gyðu 13/8

Gyða - Jóhannes 23/10

Jóhannes - Nóam 30/10

Nóam - Birnu 26/11

Birna - Stellu 1/12

Stella - Rúnar 22/1

Rúnar - Rók 25/1

Rókur - Atla 4/2

Atli - Evu 24/3

Eva - Idu 10/4

Ida - Riu 16/5

Ria - Noru 2/6

Seturskúli í Húsavík 28.-30.august 2024
 

Góðu næmingar og foreldur

Miðdeildin (4., 5. og 6.fl.) skal á seturskúla mikudagin 28. august til fríggjadagin 30.august.

Vit hava javnan umrøtt, hvørt tað er betri at fara á seturskúla fyrst ella síðst í árinum. Vit eru komin til ta niðurstøðu, at tann samansjóðan, sum ein seturskúli hevur við sær, best verður gagnnýtt, um seturskúlin er fyrrr heldur enn seint í skúlaárinum.Tí fara vit “longu” á seturskúla nú ????

Vit hava bílagt Sólarris í Húsavík at vera í. Húsini eru sera væl egnaði til seturskúla. Har er góður køkur, madrassur at sova á, borð og stólar, 2 ves og brúsa eru í húsinum.

Annan av døgunum fara vit at vera í Húsavík. Vit fara at hoyra um húsfrúnna í Húsavík, vitja kirkjuna og hoyra søgu um bygdina. 

Hin dagin fara vit til Sands, har vit m.a. skulu vitja bóndan í Trøðum og hoyra um, hvussu tað er at hava neytahald. Vit fara at ganga til Gróthúsvatn, síggja tann bundnað steinin og Gívrunarspor.

Ætlanin er eisini at vita, um Lilja Vón, sum nú er flutt til Skálavíkar, kann koma at vitja okkum ella vit hana.

Børnini skulu hava hetta við: 

  • Soviposa (kodda um neyðugt)
  • Matpakka við til fyrsta dagin
  • Snákingaramboð (tannbust, tannkrem, handklæði, hárbust og krem)
  • Heita troyggju, húgvu og vøttir/handskar
  • Regnklæðir
  • Nóg mikið av skiftiklæðum
  • Gummistilvar og skógvar
  • Lesibók ella dagbók
  • Hoppiband, elastik ella bólt
  • Heiligvág, um neyðugt

Týdningarmikið er, at børnini sjálvi klára at bera sítt viðføri. Gott í tykkum, um tit náa at lata barnið pakka viðføri og rulla soviposan sjálvt. 

Vit fara at biðja tykkum foreldur um at baka eitthvørt til túrin. Hetta hoyra tit nærri um, tá vit nærkast.

Børnini skulu ikki hava telefon ella aðrar skýggjar við. Vit vaksnu hava telefon við, so til ber at samskifta umvegis okkum.

Skúlin rindar helvtina av kostnaðinum av Seturskúlanum, meðan næmingar gjalda hina helvtina. Hvør næmingur skal gjalda 250 kr. Vinarliga flytið peniningin á 9181-4944633. Viðmerk navn barsins.

Vit gleða okkum so sera nógv!

Heilsan

Eyðgunn, tlf. 213479, Eivind, tlf. 221910, Rógvi, tlf. 264188 og Gunvør, tlf. 212886

Seturskúli í Tjørnuvík 22.- 24.mai 2024
 

Góðu næmingar og foreldur

Miðdeildin (4., 5. og 6.fl.) skulu á seturskúla mikudagin 22.mai til fríggjadagin 24.mai.

 

Vit hava bílagt Bygdarhúsið í Tjørnuvík at vera í.

Húsini eru sera væl egnaði til seturskúla. Har er góður køkur, madrassur at sova á og borð og stólar. 2 ves eru í húsinum, umframt eitt uttandura við brúsu.

 

Vit skulu gongutúr í hagan, vitja kirkjuna og hoyra um bygdina. Eisini hava vit samskift við Faroe Islands Surfguide um at sleppa at royna okkurt av tí, sum tey skipa fyri. T.d. Cliffjumping, surfing og líknandi. Fyrivarni skal sjálvandi takast fyri veður og vind.

Sandurin er eisini altíð góður at spæla á.

Børnini skulu hava hetta við: 

  • Soviposa og kodda um neyðugt
  • Matpakka við til fyrsta dagin
  • Snákingaramboð (tannbust, tannkrem, hárbust og krem)
  • Heita troyggju og húgvu
  • Regnklæðir
  • Nóg mikið av skiftiklæðum
  • Gummistilvar og skógvar
  • Lesibók ella dagbók
  • Hoppiband, elastik ella bólt
  • Heiligvág, um neyðugt
  • Vátdrakt, um mann eigur

Týdningarmikið er, at børnini sjálvi klára at bera sítt viðføri, og so vítt møguligt duga at pakka viðførið sjálvi til heimferðina.

Vit fara at biðja tykkum foreldur um at baka eitthvørt til túrin. Hetta hoyra tit nærri um, tá vit nærkast. 

Eisini fáa tit nærri kunning viðvíkjandi fráferð og komu.

 

Børnini skulu ikki hava telefon ella aðrar skýggjar við. Vit vaksnu hava telefon við, so til ber at samskifta umvegis okkum.

 

Vit gleða okkum so sera nógv!

Heilsan

 

Jenny, tlf. 270339.

Rógvi, tlf. 264188.

Gunvør, tlf. 212886.

Foreldraviðtalur mars 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður í Lítlaskúla mánakvøldið 19.februar kl.19.00. 

Evnið er Betri Vinir, og hvussu arbeitt verður við trivnaðinum hjá børnunum í Lítlaskúla.

Annika Wenningsted frá Barnabata kemur at hava eitt upplegg í høllini á uml. 1 tíma. Eftir tað verður farið út í flokkarnar, har prátað verður um trivnaðin og hvussu arbeitt verður við hesum.

Um tit foreldur ynskja at taka eitthvørt upp í flokkunum, eru tit vælkomin til tess, tá skulu tit bara skriva tað til flokslæraran áðrenn.

Tað er sera umráðandi, at øll børn eru umboðað. Um ikki ber til at koma, skulu tit boða flokslæraranum frá.

Heilsan

Elspa og Gunvør

Landsroyndir 2024


Góðu foreldur

So nærkast landsroyndirnar fyri 4. og 6.flokk. Sí yvirlitið niðanfyri.

Landsroyndirnar fara fram í Lítlaskúla og arbeitt verður á teldu. Um barn tykkara hevur møguleika fyri at hava teldu við til landsroyndirnar, er tað ein stór hjálp, tí Lítliskúli eigur enn ikki nóg nógvar teldur. Kunnið flokslæraran um barn tykkara hevur teldu við ella ikki.

Vit fara at royna nakrar undanroyndir áðrenn sjálva royndina, soleiðis at tað teldutekniska ikki er fremmant fyri børnini, og at tey fáa eina hóming av, hvat royndirnar innibera.

Børnini fara at fáa onkrar pappírsútgávur av royndunum við heim, so tit eisini kunnu síggja, hvat innihaldið er. Harafturat er gott um tit stuðla uppundir heima við at lesa hvønn dag, tosa um bendingar av ymiskum orðum og venja tabellirnar. 

 

Vinarliga

Jenny, Eivind, Rógvi og Gunvør

 

Jól í Lítlaskúla

 

Í komandi viku, viku 49, verður evnisvika í Lítlaskúla. Hesa vikuna verður køkurin upptikin av bakiverkstovu, og tí skulu børnini hava matpakka við alla vikuna.   
  
Mikudagin 13. desembur er Lucia dagur. Hendan dagin hevur Marknaðardeildin í SMS heitt á okkum í Lítlaskúla um at koma at ganga Lucia í SMS. Ynskiligt er, at so nógv børn sum møguligt luttaka. Luciagongan verður mikudagin 13. desembur kl. 17.00. Vit fara runt í flokkarnar at spyrja børnini, um tey vilja luttaka - og gott hevði verið, um tit eisini kunnu tosa við børnini, um tey eru áhugaði í at luttaka ella ikki.  
 
Mánadagin 18. desembur kl. 15-17 verður jólahald fyri foreldrum/avvarðandi og systkjum. 
 
Týsdagin 19. desembur er ætlanin at fara út at syngja fyri fyritøkum o.ø. Meira kunning um hetta, tá ið tað nærkast. 
 
Mikudagin 20. desembur kl. 10 fara vit til jólagudstænastu í Havnar Kirkju. Aftaná gudstænastuna fáa næmingarnir jólafrí. Frítíðarskúlin hevur opið til kl. 17.00 tann 20. desembur, og fer síðani í jólafrí. Skúlagongdin byrjar aftur týsdagin 3. januar. 
 
Vinarliga 
Gunvør og Elspa 

Foreldraviðtalur nov 2023

Vinarbólkar 2023/24

Hey tit :)

Venjið hesa fyrisøgnina til hósdagin. Tit skulu venja linju 1 og til og við linju 3.

Fundarfrásøgn frá felagsforeldrafundinum sep. 2023

Foreldraviðtalur

Góðu tit øll :)


Í komandi viku hava vit páskaevnisviku. Vit byrja hvønn morgun við páskasøgu og sangi í høllini. Zacharis Sørensen kemur at spæla undir hvønn morgun hesa vikuna.

Mánadagin 27/3 fara vit at vitja í Havnar kirkju, har Anne Mette Grevesen og onkur annar fer at fortelja frá.

Týsdag til og við fríggjadag hava vit verkstovur. Næmingarnir hava valt seg inn á ymiskar verkstovur, og tey fáa at vita, hvørja verkstovu tey koma á í morgin. 

Verkstovurnar eru:

  • Sjónleikur
  • Tekniverkstova
  • Prentverkstova
  • Páskaprýði

Týsdagin 28/3 skulu øll hava matpakka við. Hinar dagarnar fáa tey mat í skúlanum.

Næmingarnir fáa frí hvønn dag kl.13.

Fríggjadagin fara vit øll í páskafrítíð.

Bestu heilsur

Vit í Lítlaskúla

Matligi skúlagarðurin byrjar aftur eftir vetrarsteðg 
 
 

Góðu foreldur 
 
Matligi skúlagarðurin hevur ligið í dvala í langa tíð. Tjóðhild og familja hennara hava verið hart rakt av sjúku í vetur, tíðskil hevur steðgurin verið so langur. 
Sum kunnugt í heyst var ætlanin at arbeiðast skuldi við Matliga skúlagarðinum 2 týsdagar um mánaðin - hetta verður broytt til, at vit í staðin koma at arbeiða 2 fylgjandi dagar um mánaðin. 
Fyrstu dagarnir eru mánadagin 6.mars og týsdagin 7.mars. 
Dagarnir fara at snúgva seg um at kanna. Kanna hvat er í skúlagarðinum, kanna hvussu veðurlagið er í skúlagarðinum og kanna, hvar tað er snilt at seta ymsu planturnar.  
Veðurforsøgnin sigur frá vindi og kava hesar báðar dagarnar, so týdningarmikið er við góðum og heitum klæðum. 
 
Vit gleða okkum at fara til verka aftur í Matliga skúlagarðinum. 

Heilsan vit í Lítlaskúla

Kunning

Nú fara vit í holt við brotnu tímatalvuna aftur. Fleiri børn hava spurt eftir henni. Í vikuætlanini kemur at standa, hvat tey skulu lesa heima fyri at vera væl fyrireikaði til vikuna.

Eisini havi eg gjørt nýggjar spælibólkar, sum liggja niðanfyri hesi boð.

Um tað ikki liggur fyri at hava spælibólk, tá man er settur á, so er gott, um tit kunnu býta um, so tað ikki steðgar upp. Børnunum dáma væl spælibólkar :)

Matligi Skúlagarðurin

Tórshavn 26.okt. 2022

 

 

Góðu börn, foreldur og lærarar í Lítlaskúla,

 

Komandi viku fara vit til verka í Matliga Skúlagarðinum - og eg gleði meg so!

Fyrsti arbeiðsdagurin er týsdagin 1.november.

 

Til fyrsta dagin hava vit törv á eini rúgvu av blöðum, greinum (smáum og stórum) og töðum (frá hönum/kaninum/seyði/rossum ella öðrum djórum - tó ikki kettum og hundum ;) ). So um onkur familja hevur nakað av hesum, so eru tit hjarta hjartaliga vælkomin at savna hetta saman og hava tað við aftur í skúla mánadagin 31. Oktobur. Tit kunnu koyra tað í posar - og royna at halda tað atskilt, so at blöð, greinar og töð, ikki verður blandað ov nógv saman.

 

Eg havi hoyrt at fleiri foreldur eisini eru spent um verkætlanina, og ætli mær at gera tað so, at tey eisini kunnu fylgja við í tí vit gera. Eg veit ikki enn heilt hvussu, men hetta eri eg í holt við at kanna.

 

Börnini fara ofta at fáa heimaarbeiði í sambandi við verkætlanina, smáar uppgávur sum at tekna eitt træ sum teimum dámar, ella at telja hvussu nógv epli tey eta ígjögnum eina viku, ella at tosa við ein persón eldri enn 60 ár, um hvat tey ótu sum börn - og eg vóni at foreldrini fara at stuðla upp undir hetta, tí tað mesta er sovorði sum tit kunnu gera saman sum familja.

 

Um tit hava spurningar í sambandi við verkætlanina, eru tit altíð vælkomin at senda mær eini boð á tjodhild@krakuting.fo.

 

Við matgleði,

Tjóðhild Patursson.

 

Foreldraviðtalur heyst 2022

Hey tit :)

Børnini hava fingið hendan lepan heim við í gjár. Tað verður myndatøka á skúlanum mikudagin 28/9-22.

Vinarliga flyti pengar og latið seðilin til okkara í seinasta lagi mikudagin.

Góðu tit øll :)

Børnini hava fingið eina bláa mappu í taskuna í dag, sum er til at skriva bókstavir í. Tey skulu skriva tvær síður um vikuna heima, og so lata mappuna inn til mín fríggjadag. Eg vil biðja tykkum foreldur hjálpa teimum heima við tí, so skriftin kemur uppá pláss nú, áðrenn vit fara í holt við at læra samanhangandi skrift. 

Takk fyri.

Blíðar heilsanir

Jenny

Góðu tit øll :)

Børnini hava fingið Nem næmingabókina í dag.

Bókin má bindast inn sum skjótast.

Tað er ein bók, sum altíð skal liggja í taskuni, so tey kunnu lesa í henni heima, tá tey fáa heimaarbeiði.

Innkalling til felags foreldrafund

Tórshavn 9.sept. 2023

 

Góðu foreldur

 

Felags foreldrafundur verður fyri øllum foreldrum í Lítlaskúla 21.septembur kl.19.00-21.00.

Vit byrja í høllini, og eftir tað verður farið út í flokkarnar.

 

Í høllini er hetta á skrá:

  1. Val av skrivara
  2. Val av stýrislimum. Vit skulu hava 2 nýggjar limir millum foreldrini. Stýrið er evsti mynduleiki í Lítlaskúla, og hevur 3 árligar fundir
  3. Heilsusysturin fer at greiða frá ymiskum
  4. Malan Mohr fer at tosa um týdningin av vinabólkum
  5. Ymisk kunning. Harumframt taka afturí sumt av tí, sum varð sagt á fyrru fundunum í ár:
  • Matligi skúlagarðurin
  • Vikuætlan
  • Fakligheit
  • “Branding” av skúlanum
  • Parkering
  • Árskalendari
  • Betri Vinir
  • Kunning frá Frítíðarkskúlanum
     

 

Kaffi, te og okkurt afturvið verður at fáa úti í flokkunum.

Í flokkunum er hetta á skrá:

  • Val av skrivara
  • Lærugreinar og bókatilfar
  • Val av foreldraumboðum (2-3 í hvørjum flokki)
  • Vinabólkar, føðingardagsgávulistar o.a.
  • Annað
     

 

Øll børn skulu vera umboðað. Um ikki ber til at koma, kunnið flokslæraran.

 

Vinarliga

Jenny, Elspa og Gunvør

Spælibólkar

Listið til floksinstíma

Listið til føðingardagsgávur

Ymiskt frá undanfarnum árum

Floksfundir í 3.fl.