Boðklivin

Her vera ymisk boð løgd til foreldur at lesa

 

Grøni bólkur

Guli bólkur

Vika 13, 14 ella 15 Elin William
Vika 16, 17 ella 18 Katrina Guðrið
Vika 19, 20 ella 21 Alexandra Tór
Summarferia  Ea Anna Olivia
Summarferia Røskva Rún Verland Benjamin
Summarferia   Ranja

 

 

Landsroynd fyri 4. flokk 2026

Góðu foreldur, 

týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag (14.-17. apríl) eru landsroyndir fyri 4. flokk um alt landið. 

Tá roynd er, er umráðandi at møta áðrenn kl. 8 eftirsum hon byrjar 8:15. Royndin er liðug kl. 9:00. Hetta er galdandi fyri allar dagar. Frá kl. 9:00 er vanligur skúadagur. 

Týsdag 14/4 er roynd í føroyskum. (lesifatan)
Mikudag 15/4 er roynd í føroyskum (staviførleiki)
Hósdag 16/4 er roynd í støddfrøði
Fríggjadag 17/4 er roynd í náttúru og tøkni

Royndin í náttúru og tøkni snýr seg um tað vit læra, tá vit hava útidag. 

Tey fáa ikki úrslitini at vita, tí royndin skal sendast víðari til Próvstovuna (Barna- og útbúgvingarmálaráðið). Tey brúka royndirnar til at gera sær eina samlaða mynd av støðinum hjá 4. flokkum í Føroyum. 

Vit fyrireika okkum eitt sindur nú í vikuni sum kemur, har eg m.a. gevi teimum eina gamla roynd, so vit kunnu "spæla" landsroynd. 

Kærar heilsur Christa 

Ævintýrlig Rættargongd

Stuttlig uppliving í Norðurlandahúsinum 19. mars 2026

Tónleikafrálæra frá januar til juni 2026

Kunning frá tannrøktini til 4. flokk

Myndir av seturskúla 25/26

Fundarfrásøgni foreldrafundur 7.apríl 2025

Fundarfrásøgn 20. august 2025

Fundarfrásøgn 05.03.25