Vikuætlan

Vika 41 - 2026

Mánadagur
5. oktober
Heyst-evnisvika
Týsdagur
6. oktober
Heyst-evnisvika
Mikudagur
7. oktober
Heyst-evnisvika
Hósdagur
8. oktober
Heyst-evnisvika
Fríggjadagur
9. oktober
Heyst-evnisvika

Fyrisøgn til 26.septembur 2026

Eins og undafarnu ár fer miðdeildin á seturskúla. Leiðin gongur til Tjørnuvíkar, har vit fara at húsast í bygdarhúsinum. Bussur heintar okkum á skúlanum mikumorgun kl. 9:30. Børnini skulu møta sum vanligt tann morgunin. Bussurin kemur aftur eftir okkum fríggjadagin kl. 11 og verður á skúlanum uml. Kl. 12.  

At hava við: tannbust, tannkrem, sápa/shampoo, handklæði, hárbust, svimjiklæðir, heit útiklæðir, góðir skógvar, gummistylvar, skiftiklæðir, soviposa, kodda, bamsu 

Heiligvág: Sigið okkum frá um vit skulu hjálpa barnium við at minnast til heiligvág, ella um vit skulu taka serligt atlit til eitthvørt hesum viðvíkjandi.  

Ovurviðkvæmi: Sigið okkum frá um vit skulu taka serligt atlit til ovurviðkvæmi.  

Yvirnátta: Um barnið ikki svevur í Tjørnuvík, skal barnið heintast kl. 20 um kvøldi og koma aftur kl. 8 morgunin eftir. Hetta skal avtalast við okkum áðrenn fráferð. Vit vita av royndum, at tá onkur, sum upprunaliga skal yvirnátta, ynskir at sleppa heim seint um kvøldi, og ynski verður gingið teimum á møti, hevur hetta keðiliga ávirkan á hini og seturskúlan sum heild. Vit ynskja sjálvandi at øll sova á seturskúlanum, men hava staðið í tí støðu, at nógv børn eru farin heim og heilt fá sita eftir. Hetta er ikki tað vit ynskja fyri seturskúlan.  Tískil skal greið avtala gerast við okkum vaksnu fyri fráferð.  

Tað kostar 300 kr fyri hvørt barnið. Vinaliga flyti okkum hetta á konto 9181 4944633 í seinasta lagið týsdagin 1. Septembur.  

Við seturskúlakvøðu, 
Miðdeildartoymi - Teitur, Christa og Jenny 

Áheitan frá lesivegleiðara og lærara


Fleiri næmingar siga seg ikki ikki lesa heima, ella bara viðhvørt, og orsøkirnar eru ymiskar. Trupulleikin við hesum, er at tann lesingin sum er í skúlanum í skúlatíðini, er ikki nóg mikið, fyri at gerast ein góður lesari. Sum er, hava flestu næmingar tørv á at venja meira, fyri at fáa lesiferðina upp, og ta venjingina mugu teir fáa heima. Vónandi taka tit væl ímóti hesi áheitan. Góðan lesihug!

Betri Vinir - um tolsemi og ymiskleika

Felags Betri vinir átak skúlaárið 2025/26

Góðu foreldur

Mint verður á at hjálpa barninum við at hava alt við í pennahúsinum, sum skal vera har - serliga blýantar mangla í. 

Eisini er gott um tit lesa heima hvønn dag saman við barninum. Tey eru so røsk at lesa! 

Vh Christa