Vikuætlan 1. flokkur

Vika 42 - 2017

Mánadagur
16. oktober
Gongutúr
Um viðrar fara vit at ganga úr Kirkjubø til Havnar. Børnini skulu verða ílatin eftir veðrinum og hava matpakka, vatndunk og túrtasku við.
Týsdagur
17. oktober
Handaligt arbeiði
Vit fara at gera bannarar og fløgg, sum hoyra til londini vit arbeiða við.
Minnist til at vera í klæðum, sum tola máling.
Takið eisini eina fýrkantaða perluplátu við í skúla.
Mikudagur
18. oktober
Skúlayoga og spøl
Vit fara at hava skúlayoga og ymisk spøl í bólkum.
Minnist til at hava eina bamsu við til yoga :-)
Hósdagur
19. oktober
Bókligt arbeiði
Bólkarnir arbeiða í hvør sínum lag við londunum tey eru knýtt at.
Fríggjadagur
20. oktober
Tórsbreyt
Vit fara øll á Tórsbrey at kappast.

Evnisvika - lond og leikir

Í viku 42 ( frá 16. til 20. okt.) hava vit evnisviku. Allur skúlin luttekur og evnið er "Lond og leikir".

Londini vit fara at arbeiða við eru: Grønland, Ísland, Svøríki og Norra.

Ymiskar verkstovur verða og vit eru býtt sundur í bólkar.

Mikudagin fara vit at hava skúlayoga. Tvær danskar konur koma at hava yoga við okkum.

Fríggjadagin enda vit á Tórsbreyt, har vit fara at kappast.