Seinastu tíðindi
9. september

Fráfaringarløta fyri Guðruni Horn

Týsdagin 6.september varð Guðrun Horn hátíðarhildin við fráfaringarløtu fyri bæði børn og vaksin.

Guðrun Horn hevur valgt at gevast sum leiðari í Frítíðarskúlanum í Lítlaskúla, sum hon hevur verið leiðari av síðan mai 2017.

Tit sum kenna Guðruna vita, at hon er ein kvinna við nógvum jørnum í eldinum og hevur evnir sum fáur at fáa ting frá hondini. Vit sum hava verið um hana dagliga hava so mangan hoyrt hana siga: “Onki problem, eg kann ringja til....” – og so fær hon ting at henda. Hon hevur m.a. arbeitt nógv fyri uttanduraøkinum í Lítlaskúla, har hon m.a. hevur staðið fyri klatristativið við undirlagi, stórari reiggju og snilda súklubananum – alt við sama endamáli, at fáa rørslu inn í gerandisdagin hjá børnum.

Til hátíðarhaldið vóru børn, foreldur, starvsfólk og 2 umboð fyri Tórshavnar Kommunu. Guðrun fekk handað blómutyssi og ein litríkan málning, sum børnini í Frítíðarskúlanum hava málað.

 

Vit vilja takka Guðruna fyri tað megnar arbeiðið hon hevur framt í Lítlaskúla og ynskja henni alt tað besta framyvir.


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024