Seinastu tíðindi
22. juni

Lítliskúli søkir lærara

Ert tú lærari? 

• brennir tú fyri at arbeiða við børnum?

• hevur hugsjónir um námsfrøðiliga arbeiðið?

• ert tú álítandi, opin og løtt/lættur at samstarva við?

• kanst tú átaka tær fjølbroyttar uppgávur, tá ið á stendur?

- so vilja vit fegin frætta frá tær!

Vit sóknast eftir lærara til føroyskt og søgu í grunddeild og miðdeild.

Sum starvsfólk í Lítlaskúla ert tú við til at menna eitt nýtt og spennandi skúlatilboð í høvuðsstaðnum. Tú kemur at arbeiða saman við ymiskum fakfólki við at leggja arbeiðið til rættis.

Í viðgerðini leggja vit dent á, at tínar royndir eru viðkomandi fyri námsfrøðiliga grundarlag og vangamynd skúlans.

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Lærarafelag. Setanin er frá 1. august 2017.

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi royndum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. juli 2018 kl. 12.00. Umsóknin verður send við telduposti til litliskuli@litliskuli.fo.

Um tú hevur spurningar um starvið, kanst tú venda tær til leiðaran fyri Lítlaskúla, Jenny Winther Poulsen ella varðaleiðaran Gunvør Hofgaard, tel. 755080. Skrivligir spurningar kunnu sendast til litliskuli@litliskuli.fo.


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024