Seinastu tíðindi
12. apríl

2 størv í skúlanum og frítíðarskúlanum í Lítlaskúla

Vilt tú vera partur av einum spennandi skúla- og frítíðarskúlatilboði í Havn? 

  • brennir tú fyri at arbeiða við børnum?
  • hevur hugsjónir um námsfrøðiliga arbeiðið?
  • ert tú ágrýtin og løtt/lættur at samstarva við?

- so frætta vit fegin frá tær!
 
Vit sóknast eftir tveimum ágrýtnum og eldhugaðum starvsfólkum at starvast hjá okkum. Talan er um eitt fulltíðarstarv og eitt parttíðarstarv.

  • 1 námsfrøðingur 35-40 tímar at starvast í skúlanum (í innskúlingini) og í frítíðarskúlanum
  • 1 hjálparfólk 25 tímar at starvast í frítíðarskúlanum

 
Vit vænta:  

  • at tú dugir væl við børnum  
  • at tær dámar væl at vera úti 
  • at tú ert kreativ/ur og dugir at finna uppá ymiskt ítriv 
  • at tú ert jalig/ur, opin og løtt/lættur at samstarva við  
  • at tú hjálpsom/hjálpsamur og ikki fírir fyri at taka hond í 
  • at tú kanst átaka tær fjølbroyttar uppgávur 

 

Sum starvsfólk í Lítlaskúla ert tú við til at menna eitt nýtt og spennandi skúlatilboð í høvuðsstaðnum, har tú sleppur at seta tín dám á gerandisdagin. Vit kunnu bjóða eitt starv, har tú fært høvi til at arbeiða við fjølbroyttum námsfrøðiligum uppgávum. Tú verður partur av einum sera dugnaligum starvsfólkatoymi, har námsfrøðingar, lærarar og hjálparfólk arbeiða tætt saman - og tú fært stóra ávirkan á, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis.

Í Lítlaskúla ganga 95 næmingar. Í Frítíðarskúlanum í Lítlaskúla ganga í løtuni 46 børn úr forskúla, 1. og 2. flokki.  

Í viðgerðini leggja vit dent á, at tínar royndir eru viðkomandi fyri námsfrøðiliga grundarlag og vangamynd skúlans. Tað hevur stóran týdning, at tú ert álítandi og fleksibul, og at tú ikki ert bangin fyri at taka hond í, tá ið á stendur.

Er hetta nakað fyri teg, vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum eina umsókn við viðkomandi prógvi og/ella royndum til litliskuli@skulin.fo í seinasta lagi hósdagin 28. apríl 2022.  

Størvini verða sett 1.mai 2022 ella eftir nærri avtalu.


Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag.  


 
Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til Jenny Winther Poulsen, tlf. 270339 ella Elspu Jóhonnu á Argjum, tlf. 755090. 


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024