Seinastu tíðindi
10. desember

Jólafrítíðin framskunda

Góðu foreldur

Nú kom Korona aftur og forpurraði okkum gerandisdagin. Vit í Lítlaskúla høvdu glett okkum til at hava evnisviku í komandi viku - men so verður ikki.

Næmingarnir skulu í skúla mánadagin, týsdagin og mikudagin - og fáa sostatt jólafrí eftir loknan skúladag mikudagin 15.desembur.

Um tað eru børn í forskúla, 1., 2.fl. og 3.fl., sum ikki kunnu verða ansaði, skulu tit kunna okkum um hetta umvegis teldupost á litliskuli@skulin.fo. seinasta lagið mánadagin 13.desember kl.12.00.

Næmingar møta aftur í skúla mikudagin 5.januar kl.8.00.

Við ynskjum um eini góð og friðarlig jól - og vónandi koronafrí.

Blíðar heilsur

Vit í Lítlaskúla

 


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024