Seinastu tíðindi
15. juni

Námsfrøðingar til frítíðarskúlan í Lítlaskúla

Vilt tú vera partur av einum spennandi frítíðarskúlatilboði í Havn?

Vit sóknast eftir ágrýtnum og eldhugaðum námsfrøðingum og hjálparfólki, sum kunnu verða við til at mynda námsfrøðiliga grundarlag og vangamynd frítíðarskúlans. Talan er um tvey størv á 25 tímar um vikuna og eitt starv á 15 tímar um vikuna.

 

Vit vænta

• at tú dugir væl við børnum • at tú ert kreativur og dugir at finna uppá ymiskt ítriv

• at tær dámar væl at vera úti • at tú ert jaligur, opin og lættur at samstarva við • at tú ert hjálpsamur og ikki fírir fyri at taka hond í • at tú kanst átaka tær fjølbroyttar uppgávur

 

Um okkum

Lítliskúli er eitt samskipað skúlatilboð, har forskúli, skúli og frítíðarskúli renna saman í eina heild. Námsfrøðiliga grundarlagið er heildarmenning, og vangamyndin er tónleikur, list og rørsla. Børnini í Lítlaskúla skulu sleppa at brúka bæði høvur og hendur og sítt skapandi hugflog. Vit leggja tí dent á verkligar tilgongdir, har fakliga innihaldið í so stóran mun sum til ber verður tongt at ítøkiligum avrikum og upplivingum. Sum starvsfólk í Lítlaskúla ert tú partur av einum virknum umhvørvi, har tú sleppur at seta tín dám á gerandisdagin.

Lítliskúli stendur í vøkstri, og í frítíðarskúlanum eru 44 børn úr forskúla, 1. og 2. flokki tilmeldað komandi skúlaár.

 

Umsókn

Er hetta nakað fyri teg, vilja vit fegin frætta frá tær. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi royndum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. juni 2020 kl. 12.00. Umsóknin verður send við telduposti til litliskuli@skulin.fo, frámerkt “umsókn”.

Um tú hevur spurningar um starvið, kanst tú venda tær til deildarleiðaran fyri frítíðarskúlan í Lítlaskúla, Guðrun Horn, tlf. 283068. Skrivligir spurningar kunnu sendast til gudrunho@torshavn.fo.

 

Setanarviðurskifti

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag. Setanin er frá 15. august 2020.

Um ongin námsfrøðingur verður settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024