Seinastu tíðindi
3. mai

Aftur í skúla - við korona tilmælum

Seinastu tvær vikurnar hava yngru flokkarnir verið aftur í skúla. Skúlagongdin hevur verið nakað ørvísi nú vit t.d. ikki kunnu hava heilar flokkar í floksstovuni, næmingar ikki kunnu spæla við næmingar úr øðrum flokkum osv. Hóast hetta, so hava vit í Lítlaskúla havt tvær sera læruríkar og mennandi vikur. 3. flokkur hevur havt undirvísing úti í náttúruni burturav, meðan forskúlin, 1. og 2. flokkur hava havt undirvísing bæði innan- og uttandura. 

Korona tilmælini hava eisini ávirkað frítíðarskúlavirksemið, ið somuleiðis í stóran mun hevur verið uttandura við nógvum góðum túrum og frískari luft. Deiligt at síggja hvussu glað børnini eru fyri at síggja hvønn annan aftur. 

Myndirnar lýsa hesar báðar seinastu vikurnar í Lítlaskúla.

Vit eru nú í gongd við at fyrireika okkum til at taka ímóti 4. og 5. flokki, og vit gleða okkum til Lítliskúli aftur verður fullmannaður.


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024