Seinastu tíðindi
12. mars

Coronastøðan

Góðu foreldur og børn

 

Tann endaliga kunningin frá Undirvísingarstýrinum er ikki komin enn, so her kemur eitt sindur av kunning frá okkum.

 

Sum vit hoyrdu á tíðindafundinum í dag, fara landsins mynduleikar at seta tiltøk í verk í samband við coronastøðuna. Frá mánadegnum verða skúlar og stovnar stongdir í fyribils 14 dagar. Tey børn, sum hava møguleika at verða heima í morgin, verða biðin um at verða heima. Hesar 14 dagarnar skulu børnini hava bøkur heim við at arbeiða í. Tey, sum ikki eri í skúla í dag, mugu koma í morgin eftir bókum til børnini. Tey børn, ið koma í morgin, skulu hava matpakka við.

 

Øll vera biðin um at taka ØLL klæðir og stivlar/skógvar heim við í seinasta lagi í morgin.

 

Bestu heilsur

Vit øll í Lítlaskúla

 


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024