Seinastu tíðindi
23. desember

Gleðilig jól

Hósdagin 21. desember fóru vit í Lítlaskúla í jólafrí. Okkara kæru grannar Adventskirkjan og Tjarnargarður vórðu við til at seta ein heilt serligan dám á hendan seinasta skúladagin í 2018. Fyrrapartin vórðu vit boðin í Adventskirkjuna til gudstænastu, og siðani til holukøkur og annað gott í kirkjukjallaranum. Síðani var jóladøgurði i skúlanum, og kl. 15 byrjaði jólahaldið fyri foreldrum og avvarðandi. Hetta varð hildið í garðinum hjá Tjarnargarði, har næmingar framførdu jólaløg, Santa Lucia-gongu og dansað varð um jólatræið. Eisini varð peningurin, ið næmingarnir høvdu savnað inn í evnisvikuni, handaður Barnabata.

Vit í Lítlaskúla vilja hervið takka fyri framúr gott samstarv bæði við Adventskirkjuna, Tjarnargarð og foreldur/avvarðandi fyri ein sera hugnaligan dag. Samstundis vilja vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.


Spennandi fyrilestur í Lítlaskúla - fyri øllum áhugaðum
12.01.2019
OPIÐ HÚS í Lítlaskúla
05.01.2019
Gleðilig jól
23.12.2018
Evnisvika - jól
22.12.2018
Næmingar í Lítlaskúla syngja mánadagin 3.desember
29.11.2018
Evnisvika - heystið
26.10.2018
Frítíðar­skúlin í Lítlaskúla søkir eftir námsfrøðingi
05.09.2018
So fara vit aftur í skúla
31.07.2018