Seinastu tíðindi
22. desember

Evnisvika - jól

Í viku 49 var evnisvika um jól. Vikan byrjaði við, at næmingarnir fóru út á ymiskar fyritøkur og á Vaglið at syngja við tí endamálið at savna pening til Jólahjálpina 2018 hjá Barnabata. Restina av vikuni arbeiddu næmingarnir í fýra ymiskum verkstøðum: 1. Søgan um jól, 2. Jól í øðrum londum, 3. Jól fyrr og nú og 4. Næstakærleiki.

Vikan endaði við loppumarknaði. Næmingar og onnur høvdu møguleika at leiga sær borð, so tey kundu selja leikur, bøkur o.a. Eisini var sølubásur við kaffi, te, vaflum, heimagjørdum bommi, brendum mandlum og piparnøtum. Peningurin, ið kom inn fór somuleiðis til Jólahjálpina 2018. Heilar kr. 18.600,- vórðu savnaðar inn hesa vikuna. Hendan upphæddin kann hjálpa uml 18-20 familjum.


Spennandi fyrilestur í Lítlaskúla - fyri øllum áhugaðum
12.01.2019
OPIÐ HÚS í Lítlaskúla
05.01.2019
Gleðilig jól
23.12.2018
Evnisvika - jól
22.12.2018
Næmingar í Lítlaskúla syngja mánadagin 3.desember
29.11.2018
Evnisvika - heystið
26.10.2018
Frítíðar­skúlin í Lítlaskúla søkir eftir námsfrøðingi
05.09.2018
So fara vit aftur í skúla
31.07.2018