Seinastu tíðindi
28. juni

Starvsfólk til Frítíðarskúlan í Lítlaskúla 

Vilt tú vera partur av einum spennandi frítíðarskúlatilboði í Havn? 
 
Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og eldhugaðum starvsfólki at starvast hjá okkum 25 tímar um vikuna at byrja 12. august ella eftir nærri avtalu.  
 
Vit vænta:  

  • at tú dugir væl við børnum  
  • at tær dámar væl at vera úti 
  • at tú ert kreativ/ur og dugir at finna uppá ymisk ítriv 
  • at tú ert jalig/ur, opin og løtt/lættur at samstarva við  
  • at tú hjálpsom/-samur og ikki fírir fyri at taka hond í  
  • at tú kanst átaka tær fjølbroyttar uppgávur 

Sum starvsfólk í Lítlaskúla ert tú partur av einum virknum umhvørvi, har tú sleppur at seta tín dám á gerandisdagin.  
Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag.  
 
Í Frítíðarskúlanum í Lítlaskúla vera 34 børn úr forskúla, 1. og 2. flokki komandi skúlaár. 
   
Er hetta nakað fyri teg, vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum eina umsókn við viðkomandi prógvi og/ella royndum til elspaj@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 22. juli 2024. 
 
Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til Elspu J. á Argjum, tlf. 755070. 


Starvs­fólk til Frítíðarskúlan í Lítlaskúla 
28.06.2024
Takk fyri vitjanina á Summar­marknaðinum
13.06.2024
Skráin til summar­marknaðin
07.06.2024
Summar­marknaður á mentan­arnáttini
30.05.2024
Næmingar handaðu spælihetju­num stuðul
22.05.2024
Loppu­marknaður 7. juni - leiga borð
16.05.2024
Garðdagur og ruddingardagur
10.05.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024