Seinastu tíðindi
5. september

Frítíðarskúlin í Lítlaskúla søkir eftir námsfrøðingi

Vilt tú vera partur av einum spennandi frítíðarskúlatilboð í Havn?

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og eldhugaðum námsfrøðingi, sum kann verða við til at mynda námsfrøðiliga grundarlag og vangamynd frítíðarskúlan. Starvið er 25 tímar um vikuna.

 Vit vænta:
• at tú dugir væl við børnum
• at tú ert kreativur og dugir at finna uppá ymiskt ítriv
• at tú ert jaligur, opin og lættur at samstarva við
• at tú hjálpsamur og ikki fírir fyri at taka hond í
• at tú kanst átaka tær fjølbroyttar uppgávur

Sum starvsfólk í Lítlaskúla ert tú partur av einum virknum umhvørvi, har tú sleppur at seta tín dám á gerandisdagin.

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag. Setanin er frá 1.oktober 2018 ella skjótast til ber.
Er hetta nakað fyri teg, vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum eina umsókn við viðkomandi royndum til fritidarskulin@litliskuli.fo í seinasta lagi 19. september 2018.

Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í starvið.

Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til deildarleiðaran fyri frítíðarskúlan í Lítlaskúla, Guðrun Horn, tel. 283068.

Lítliskúli er nýstovnaður frískúli í Tórshavn, sum liggur í náttúruríkum umhvørvi við Hoyvíksvegin, bert 100 metur frá Hoyvíkstjørn og 500 metur frá miðbýnum. Í frítíðarskúlanum eru 38 børn úr forskúla og innskúlingini.
Lítliskúli er eitt samskipað skúlatilboð, har forskúli, skúli, frítíðarskúli renna saman í eina heild. Námsfrøðiliga grundarlagið er heildarmenning, og vangamyndin er tónleikur, list og rørsla. Børnini í Lítlaskúla skulu sleppa at brúka bæði høvur og hendur og sítt skapandi hugflog. Vit leggja tí dent á verkligar tilgongdir, har fakliga innihaldið í so stóran mun sum til ber verður tongt at ítøkiligum avrikum og upplivingum.


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024