Seinastu tíðindi
15. apríl

Starv sum námsfrøðingur í forskúla

Í forskúlanum í Lítlaskúla er spennandi starv sum námsfrøðingur leyst at søkja. 

Um starvið

Starvið er 30 tímar um vikuna at byrja 12.august 2024. Talan er um starv, har lærari og námsfrøðingur samstarva um menning og læring av børnum í forskúla.

Tann, sum verður settur skal vera:  

  • útbúgvin námsfrøðingur ella hava námsfrøðiligar royndir úr forskúla
  • jalig/ur, opin og løtt/lættur at samstarva við
  • kreativ/ur
  • duga væl við børnum - og leggja dent á námsfrøðiliga og fakliga menniing
  • hava árræði til at taka ábyrgd
  • fús/ur at átaka sær fjølbroyttar uppgávur 
  • stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur 

 

Løn- og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag. Setanin er frá 12.august 2024. 

Setanarbrotið er 0,75.

Setanin er í fyrstu atløgu í eitt ár, men um báðir partar ynskja hetta, er møguleiki fyri føstum starvi. 

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 3.mai 2024 kl.12.00.

Umsóknir verða sendar til litliskuli@skulin.fo viðmerk “Námsfrøðingur í forskúla".

Hevur tú spurningar til starvið ella um skúlan, kanst tú venda tær til skúlaleiðara, Gunvør Hofgaard, tel. 212886. 

  

 

Um Lítlaskúla

Lítliskúli er frískúli í Tórshavn, sum liggur í náttúruríkum umhvørvi við Hoyvíksvegin, bert 100 metur frá Hoyvíkstjørn og 500 metur frá miðbýnum.  

Í Lítlaskúla ganga skúlaárið 2024/2025 uml. 85 næmingar í forskúla – 6.flokki.

Lítliskúli er eitt samskipað skúlatilboð, har forskúli, skúli, frítíðarskúli renna saman í eina heild. Námsfrøðiliga grundarlagið er heildarmenning, og vangamyndin er útilív, kreativitetur og rørsla. Børnini í Lítlaskúla skulu sleppa at brúka bæði høvur og hendur og sítt skapandi hugflog. Vit leggja tí dent á verkligar tilgongdir, har fakliga innihaldið í so stóran mun sum til ber, verður tongt at ítøkiligum avrikum og upplivingum. 


Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024
4 pláss eftir í forskúlanum
15.01.2024