Vikuætlan

Vika 26 - 2018

Mánadagur
25. juni
Seinasti útidagur
matpakka og hóskandi klæðir
Týsdagur
26. juni
Mikudagur
27. juni
Hósdagur
28. juni
Fríggjadagur
29. juni

Vit hava skift pláss og flutt borðini í flokkshølunum.

Børnini stemmaðu um hvussu borðini skuldi standa og úrslitið bleiv "sum ordiligur skúli" ;-)

 

 Frá 1. des. fara vit at lesa jólasøgur í samlingini - tað eru søgur, ið børnini sjálvi hava funni upp á. 

Samlingin er sum vanligt millum 8.15 og 8.30 - fríggjadag er samlingin millum morgunsangin og tónleikatíman ;-)

Vit arbeiða kreativt hesa vikuna - fara at royna at gera eitt akvarium ;-)

 

 

Evnisvika

Í viku 38 ( frá 18. til 22. sept.) hava vit evnisviku. Allur skúlin luttekur og evnið er "ull".

Ymiskar verkstovur verða og vit eru býtt sundur í bólkar.

Vit í forskúlanum hava samling sum vanligt millum 8.15 og 8.30 - síðan verður farið í bólkar.

Evnisvika - LOND OG LEIKIR

Í viku 42 ( frá 16. til 20. okt.) hava vit evnisviku. Allur skúlin luttekur og evnið er "Lond og leikir".

Londini vit fara at arbeiða við eru: Grønland, Ísland, Svøríki og Norra.

Ymiskar verkstovur verða, og vit eru býtt sundur í bólkar.

Mikudagin fara vit at hava skúlayoga. Tvær danskar konur koma at hava yoga við okkum.

Fríggjadagin enda vit á Tórsbreyt, har vit fara at kappast.

Góðu foreldur.

Vit hava gjørt ein facebook bólk, í kallast "Forskúlin Lítliskúli 2017 - 2018" Um tit senda vinarumbøn lima vit tykkum inn ;-)

vh

Harriet og Katrin